? Tað eru nógvar gáttir at fara upp um í lívinum og hetta er ein av teimum.
Tað er væl skiljandi, at Karin Brattaberg heldur, at mikudagurin 16. februar 2000, er ein stórur dagur í hennara lívið.
Hendan dagin læt hon handil upp í Vági við vørum úr ektaðari, føroyskari ull, sum hvørki er litað, ella viðgjørd við øðrum evnum av nøkrum sum helst slag.
So meiri natúrligt, vistfrøðiligt og føroyskt kann tað ikki blíva.
Tann nýggi handilin kundi valla ligið betri fyri, tí hann er beint við høvuðsvegin í Vági í gomlu krambúðini á Gørðunum, sum sostatt aftur er komið til heiður og æru. Ikki minst er tað stuttligt, at nógv av tí gamla innbúgvinum og tilfarinum er varðveitt, so at trína innaftur í krambúðina er ikki sørt av eini søguligari løtu.
So nú má sigast, at tað av álvara aftur er farið at koma lív í Garðarnar aftur, sum fyrr høvdu so ómetaligan týdning fyri vágbingar, tó at virksemið nú er øðrvísi, enn tað var fyrr.
Í gamla vaskikjallaranum er nú ullvirki, í gomlu krambúðini er nú sølubúð við vørum úr føroyskari ull og farið er av álvara at gera Stóra Pakkhús til ein mentanarmiðdepil í Vági, tí har skal bæði verða sjósavn, umframt tilhaldsstað hjá seks feløgum í Vági, sum øll hava tilknýti til sjógvin.
Var ikki ætlanin
Á teirri hugnaligu samkomuni, tá ið handilin læt upp, segði Árni Brattaberg, at tað var ongantíð ætlanin, at tey eisini skuldu hava sølubúð.
? Tá ið vit byrjaðu fyri hálvum triðja ári síðani, var ætlanin, at vit skuldu bara spinna tógvið, so skuldu onnur binda. Men tað var skjótt, at vit komu eftir, at skuldi gongd koma á, var neyðugt, at vit eisini fóru at virka ymisk pløgg burturúr.
? Tað hevur tó gingið so mikið seint at fáa gongd á søluna, at vit komu eftir, at vit eisini noyðast at hava sølubúð sjálvi.
Hann segði, at tann nýggi handilin í Vági tí er ein roynd at fáa meiri gongd á søluna. Seinni í vár verður farið eitt stig víðari, tí tá letur eisini ein handil upp í hjartanum á Havnini, í handlinum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, beint undir liðini á sjálvum Nólsoyar Pálli.
Nýmótans snið
Árni Brattaberg vísti á, at samstundis, sum hesin handilin letur upp, verður dúgliga arbeitt fyri at finna uppá ymsar vørur at gera burturúr teirri føroysku ullini.
Og møguleikarnir eru óendaligir. Umframt troyggjur í ymsum sniðum og longdum, kot, húgvur og turrikløð, eru tey nú eisini farin at gera sera snøggar og snotiligar taskur, og tað nýggjasta er buksur og kjólar úr føroyskari ull.
Av tí, at ullin er púra natúrlig, eru litirnir eisini avmarkaðir til hvítt, ljósa- og myrkagrátt, umframt til ljósa- og myrkamorreytt.
Og nú eru tey eisini farin at gera skjórut tógv, tað er tógv, har fleiri litir renna saman í ein.
Ektaðar natúrvørur eru hægsti móti og Árni Brattaberg fegnaðist um, at samstundis, sum tað gongur meiri strilti at fáa føroyingar at fylgja mótanum, er áhugin fyri framleiðsluni hjá ullvirkinum veksandi uttanlands.
Hann sigur m.a., at ein rættiliga kendur, norskur formgevari hevur biðið um tógv, sum hann so ætlar at gera ymisk pløgg burturúr í nýmótans sniði.
Royndir verða eisini sendar til føroyskar formgevarar í mótavinnuni uttanlands, eitt nú í Danmark og í Italia.
Og samstundis eru tað formgevarar í Føroyum, sum eru farnir at vísa ?Føroya gulli? ans.
Árni Brattaberg heldur eisini, at tað kanska verður líka nógv í útflutningsvinnuni, ar framtíðin hjá ullvirkinum liggur.
Hann sigur, at eitt nú tykist gongd verða komin á útflutningin til Noregs.
? Í farnu viku vóru tveir norðmenn á ullvirkinum og teir søgdu, at tann besta føroyska ullin er fult á hædd við tað norsku, men hon er bara so nógv sterkari.
Eitt sindur er eisini útflutt til Grønlands og Danmarkar.
Somuleiðis verður ullvirkið við á stórari framsýning undir heitinum ?Villmarksliv? í skoytuhøllini í Hamar í Noregi í døgunum 7.-9. apríl.
Fegnast um tiltakið
Á samkomuni í Vági mikudagin vóru eisini umboð fyri Ferðaráðið, Hendur og hugflog Vágs Býráð, fíggingarstovnar, økisgranskingardepilin og onnur.
Umboðið fyri ferðaráðið helt, at tað var harðliga tiltrongt at fáa eitt stað, sum Ferðaráðið við góðar samvitsku kundi vísa ferðafólki til at fáa tað ektaðu vøruna.
Ólavur Waag Høgnesen frá økisdeplinum segði, at størsti týdningurin fyri at menna útjaðaran var at seta tiltøk í verk, sum høvdu rót á staðnum, at tað júst hetta tiltakið eitt dømi um.
Hann vónaði at hetta kundi fara at geva vágbingum og føroyingum nakað.
Men hann helt eisini, at hetta kundi eisini verða eitt ískoyti til menning aðrastaðni, tí granskingargardepilin fer sjálvsagt at fortelja øðrum um hesar royndirnar, eins og depilin kann fortelja føroyingum, hvat tað er, sum ger, at menningarætlanir aðrastaðni eydnast- ella miseydnast, segði hann.