Hetta er tann betri mátin

At gera so stórar íløgur, at tað er neyðugt at innflyta arbeiðsmegi, kann verða eitt tvíeggjað svørð, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum

Ein stórur trupulleiki er at tað er trot á útlendskari arbeiðsmegi og tað er ein stór forðing fyri vøkstri og menning. Christian Andreasen, sum er talsmaður fyri Fólkaflokkin nú Løgtingið hevur aðalorðaskiftið um ólavsøkurøðuna, sigur, at hetta er eitt málsøki, vit eiga at yvirtaka sum skjótast. Hann sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at útlendingamál eru danskt málsøki og at allar avgerðir verða tiknar í Danmark. Tí eigur hetta málsøkið at verða yvirtikið, so at tað eru vit sjálvi sum gera av, hvørs sleppur til Føroya at vera.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir strongt á at at fáa eina skipan, sum 

Í ólavsøkurøðu síni staðfestir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at landsstýrið fera at gera tað smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya – men hann segði einki um, hvørjar tær ítøkiligu ætlanirnar eru.  

Aksel V. Johannesen ivast í um rætta loysnin er at fáa fleiri útlendingar til Føroya. Hann heldur, at betri loysnin er at drýggja tær almennu útreiðslurnar. Vandin við politikkinum hjá samonguni er, at alt ov nógv verður gjørt ísenn – og vandi er fyri, at tað fer at elva til arbeiðsloysi tá tá ið tíðirnar versna, heldur enn at drýggja íløgurnar, so at tað eisini ber til at halda hjólunum gangandi tá ið tíðirnar versna. Hann sigur, at ein vansi við verandi politikki er eisini, at tá ið so nógv arbeiðið eru ígongd, fer búskapurin at hitna - og tað førir til enn fleiri príshækkingar.