PRÀT
Ein góð og stabil stamma og tveir frálíkir útlendskir leikarar.
Soleiðis ljóðar uppskriftin hjá Sóley Philbrow og Rønn Eliasen upp á at vinna eitt FM-heiti í flogbólti.
Fyri fyrstu ferð eru ÍF kvinnurnar vorðnar føroyameistarar hjá kvinnum, men hetta hevur ikki verið uttan stríð.
?Vit hava gjørt sera nógv við venjingina í ár. Allar hava dúgliga vant tríggjar ferðir um vikuna, og vit lagt nógvu orku í dystir og venjingar, sigur Rønn Eliasen, sum spældi libero á ÌF liðnum leygardagin.
Saman við Sóley Philbrow telist hon sum ein av føroysku stuðulsleikarunum á besta kvinnuliðnum í Føroyum. Men tær eru báðar skjótar at ásanna, at stuðulin frá teimum báðum Ninu og Marija er gull verdur.
?Tær eru báðar ótrúliga góðar ? mestsum eins góðar. Nina slær næstan sum ein maður, og hin er ein ógvuliga klókur leikari, sum stendur seg væl á øllum økjum, siga tær báðar, Sóley og Rønn.
Nú meistaraheitið er komið í hús eru tær fegnar um endiliga at kunna kalla seg føroyameistarar.
?Stamman? á liðnum hevur spælt saman í fýra ár, og undan hesum kappingarárinum hevur ligið ?bert? megnað at spæla um bronsumerkini.
?Kappingin hevur ongantíð verið so spennandi sum í ár. Tað ger tað eisini enn stuttligari at vinna kappingina, siga tær báðar.
Afturat stammuni á liðnum eru fleiri yngri leikarar komnir afturat, sum koma ymsastaðni frá í Eysturoynni.
Leygardagin sluppu allir leikarar at royna seg, og tóktist sum um, at breiddin er í lagi.
Yngru leikararnir eru millum sekstan og nítjan ár, og tær koma af Toftum, úr Runavík og av Eiði til Fuglafjarðar at venja tríggjar ferðir um vikuna.
Liðið hevur eisini veteranar sum Randi Larsen, sum er vorðin 37 ára gomul, og Rønn Eliasen, sum eisini hevur drúgvar royndir sum flogbóltsspælari.
Og gleðin er ikki til at taka feil av hjá nýggju føroyameistarunum:
?Hetta er ótrúligt, siga tær báðar við ein munn.