Hesa seinastu tíðina er prísurin á olju og bensini farin til himmals. Í dag kostar ein litur av bensini 13,45, krónur liturin, ein litur av diesel kostar 11,65 krónur og húsarhaldsoljan kostar nú 10,913 krónur fyri liturin. So dýrt hevur tað aldrin verið áður – men tað ringasta er, at tað er alt, sum bendir á, at prísirnir fara at hækka upp aftur meiri.
Hetta er við at verða ein stórur trupulleiki hjá fólki og vinnulívi – men landskassin ger kvetti, tí tað fossa pengar í landskassan av avgjøldum á olju og bensini. Í dag tjenar landskassin 2,69 krónur í mvg av hvørjum lituri av bensini, sum verður fyltur í tangarnarm men harafturar fær landskassin eisini 2,40 krónur í einum serligum avgjaldi av hvørjum lituri av bensini. Sostatt tjenar landskassin 5,09 krónur fyri hvønn litur av bensini.
Les eisini: Aftur príshækking: Oljuprísurin er á himmalferð
Somuleiðis tjenar landskassin 2,17 krónur í mvg av hvørjum lituri av diesel, umframt 1,30 í avgjaldi, ella tilsamans 3,47 krónur fyri hvønn litur. Húsarhaldsoljan er eisini ein góð inntøka hjá landskassanum, tí landskassin fær 2,023 krónur í mvg av hvørjum lituri, sum fer í oljutangan, umframt at øll rinda eitt avgjald upp á 80 oyru fyri liturin, og sostatt hevur landskassin eina inntøku upp á 2,823 krónur fyri ligurin
Men harumframt viðger Løgtingið eisini eitt uppskot um at legga 13 oyru í avgjaldi afturat upp á bensin og diesel.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, men Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, ásannar, at hetta er við at verða ein stórur trupulleiki hjá samfelagnum, bæði hjá vinnulívi og hjá privatfólki.
Erhard Joensen dugur ikki ímynda sær annað enn at tað eykaavgjaldið upp á 13 oyru, sum Løgtingið viðgerð í hesum døgum, verður strikað, tí hann heldur ikki, at tað ber til at leggja tað oman á oljuprísin afturat prísinum, su nú eru. Endamálið við tí avgjaldinum var at útvega landskassanum nakrar inntøkur afturat, men landskassin hevur longu fingið fleiri ferðir so nógv í inntøku av teimum hækkingum, sum hava verið.
Men formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at, sum gongdin er nú, verður hetta ein so stórur trupulleiki hjá vinnilívi og privatfólki, at politiski myndugleikin eigur at leggja upp í. Hann leggur afturat, at tað hann veit, er málið ikki tikip upp á politiskum stigi enn. Men hann sigur, at halda prísirnir fram at hækka, kann hann ikki hugsa sær annað enn at tey mugu hyggja at teimum avgjøldum, landskassin fær av olju og bensini, so at tey kunnu verða lækkað fyri at bøta um støðuna.