Enska blaðið Independent hevur gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir dýrastu býirnar í heiminum at búgva í.
Grundarlagið undir listanum er livikostnaðurin í býnum – eitt nú prísurin á bústaði, gerandisvørum, matstovum og annað.
Listin vísir greitt, at stóru býirnir í Sveis og Kina eru teir dýrastu at búgva í, men Luanda í Angola og N’Djamena í Tjad hava eisini sníkt seg á listan. Í hesum býum er útboðið av gerandisvørum so lítið, at prísirnir eru himmalhøgir.
Listin hjá Independent yvir heimsins dýrastu býir sær soleiðis út:
1. Luanda, Angola
2. Hong Kong, Kina
3. Zurich, Sveis
4. Singapore
5. Geneve, Sveis
6. Shanghai, Kina
7. Beijing, Kina
8. Seoul, Suðurkorea
9. Bern, Sveis
10. N’Djamena, Tjad