Tá grindin í gjár nærkaðist sandinum í Sandavági, royndu fimm Sea Shepherd fólk at leggja uppí at órógva ella steðga grindadrápinum.
Tey vórðu tó skjótt steðgaði og handtikin av fólkum og løgreglumonnum, ið vóru á staðnum. Sostatt er talið av Sea Shepherd fólkum, ið eru handtikin síðstu vikurnar, uppi á tólv fólkum.
Sum vanligt, so var leiðarin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, sera aktivur undir sjálvum drápinum, og skrivaði nógv um bæði handtøkurnar og drápið. Millum annað upplýsti hann fyri sínum fylgjarum, hvørji tey fimm handtiknu eru.
Talan er um Lawrie Thomson, Stóra Bretland, Rudy de Kieviet, Holland, Tobias Boehm, Týskland, Alice Bodin, Italia, og Frances Holtman, USA.
Leiðarin í Sea Shepherd upplýsti eisini, at tey handtiknu ikki fara at rinda nakra bót.