Teir báðir føroysku luttakararnir Tina og Kári eru millum tey síðstu seks í tónleikasendingini X-Factor á TV2. Nú er greitt, hvat tey fara at syngja í kvøld:
Tina Mellemgaard skal syngja lagið 'Same Girl' eftir Randy Newman.
Kári Fossdalsá skal syngja 'Rewrite the Stars' hjá Zac Efron og Zendaya.
Higartil hevur tað gingið stak væl hjá Tinu Mellemgaard, sum er blivin róst til skíggjað. Men seinasta fríggjakvøld fekk hon nakað av kritikki, serliga frá Martin Jensen, sum ikki helt, at sangurin, sum hon sang, riggaði til hana. Tað sama hava summi viðmerkt á sosialu miðlunum.
Kári Fossdalsá er higartil endaður í vandazonuni tvær ferðir - hetta var til fyrstu live-sending og seinasta fríggjakvøld.
Danske Spil hevur gjørt eina meting av, hvussu luttakararnir fara at standa seg í kvøld og komandi fríggjakvøld. Danske Spil metir, at føroyski Kári mest sannlíkt ikki kemur víðari í kvøld. Og Tina verður ikki mett sum favorittur at vinna tað heila - tað verður 16 ára gamli Mads Molt nevniliga, meinar Danske Spil.
Hinir luttakararnir skulu syngja hetta:
Oliver Antonio: 'Another Way to Die' eftir Alicia Keys & Jack White.
Mille Bergholtz: 'Love Me Like You Do' eftir Ellie Goulding.
Maria Ranum: 'Atlas' eftir Coldplay.
Mads Moldt: 'Wreak Havoc' eftir Skylar Grey.