Í morgun hava Føroyar fingið atlimaskap í Heimsheilsustovninum. WHO. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur í einum tíðindaskrivi, at hetta er at fegnast um, tí WHO, tí tá ið tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í sambandi við farsóttir, er hetta tann týdningarmesti felagsskapurin av øllum at vera limur í
Tí setti hann sær beinanvegin fyri Føroyar skuldi fáa atlimaskap í WHO og nú tað er eydnast kunnu vit taka lut á fundum, og fáa atgongd til virðismikla vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vit ikki høvdu atgongd til frammanundan. Samstundis fáa vit møguleika at knýta sambond og at samstarva við onnur lond á hesum øki.
Atlimaskapurin gevur okkum næstan somu rættindini og skyldur, sum fullur limaskapur hevur, men vit hava ikki atkvøðurætt á ársfundi og nevndarfundum hjá WHO. Men hava hava talurætt, og kunnu eisini biðja um at fáa mál sett á dagsskránna fyri hesar fundir.
Kaj Leo Holm Johannesen væntar sær nógv av limaskapinum, men hann væntar eisini, at Føroyar hava okkurt at bjóða afturfyri. Heimurin er í einari heilsukreppu orsakað av koronufarsóttini, og í takkarrøðu síni vísti landsstýrismaðurin á góðu gongdina her heima.
– Føroyar hava verið í fremstu røð, tá tað ræður um at menna kanningarhættir, úrslitagóða smittusporing, sóttarhald, koppseting og basa koronu. Og samanumtikið eru vit heilsuliga, samfelagsliga og búskaparliga sloppin væl undan heimsfarsóttini, segði hann.
– At Føroyar gerast limur júst nú korona leikar á, ger bara týdningin av hesum limaskapi enn sjónligari, heldur landsstýrismaðurin, tí tað er ikki minst, tá tað ræður um kreppustýring í vandastøðum sum hesari, at WHO-limaskapur av álvara vísir sítt virði.
– Føroyar hava fylgt leiðreglunum hjá WHO um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við hesa farsóttina. Men nú sleppa vit so eisini fram at har, sum avgerðirnar verða tiknar, vit fáa atgongd til alla ta nýggjastu vitanina og granskingina beinanvegin. Og samstundis hava vit hava eisini møguleika at koma við okkara íkasti og hava ávirkan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.