- Mentanarpolitiskt hevur hetta seinasta árið verið eitt ræðuligt ár.
Tað staðfestir Ólavur Jakobsen, formaður í listafólkasambandinum, Lisa, sum akkurát hevur havt aðalfund.
Hann sigur, at øðrvísi kunnu tær skerjingar, sum eru framdar á mentanarøkinu,m ikki tulkast, tí tær hava einki við vanliga sparing at gera.
- Hetta er í sterkari andsøgn til tað, at føroyska listin og mentanvirksemi annars, neyvan nakrantíð hevur staðið seg so væl á altjóða pallinum.
- Hvønn einasta dag frættist um listafólk, ið gera vart við seg uttanlands og eru hesi stórliga við til at mynda okkum sum tjó?ð.
Ólavur Jakobsen, sum her er avmyndaður á Flokstingi hjá Tjóðveldi, har hann varð boðin at spæla, tekur skerjingina sum eini greið boð frá politikarum til listafólk: Vit virða ikki tykkara verk. Her kann, við einum pennastroki, skerast.
Formaðurin í Lisa staðfestir, at seinastu árini er mentanarøkið miðvíst niðurlagað við politiskari líkasælu.
Meðan mentanarálit støðugt verða gjørd av vælløntum fólki, og ráðstevnur hildnar av fastløntum fólki, er framvegis eingin Tjóðpallur at hóma.
- Tað kundi annars verið stóri magneturin í Føroyum hjá øllum listafólki.
Ein sparing, Ólavur Jakobsen sipar til, er tá ið Mentanargrunnurin varð skorin 1/5, umframt at játtanin til tónleik varð skorin ógvusliga.
Harafturat hækkaði játtanin til flest allar mentanarstovnar ikki, hóast útreiðslurnar hækka.