- Framferðin hjá Tórshavnar Býráð ímóti børnunum í Venjingarskúlanum og kommunuskúlanum, er skilaleys.
So avgjørt tekur Birna Jacobsen til orðanna.
Hon er mamma at fýra børnum í Venjingarskúlanum, og hon sigur, at framferðin hjá býráðnum at leggja Kommunuskúlan, og Venjingarskúlan, saman, hevur verið ein vanlukka, í hvussu so er fyri Venjingarskúlan.
Hon sigur, at ein avleiðing av hesum samanleggingar-ruðuleikanum, er, at trý av hennara fýra børnum, skulu ganga á heili 12 skúlum hesi næstu fýra árini, til nýggi Vesturskúlin ætlandi verur liðugur.
- Hvat er tað at bjóða yngstu borgarum og einari barnafamilju í Tórshavn í 2015, spyr hon.
Hon sigur, at Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eru skramblaðir saman uttan mál ella mið.
- Tit tveita børn okkara á bláman og sorla ein vælvirkandi skúla, sigur mamman at fýra børnum.
Bæði børnini og lærararnir á veg inn í eina karrusell, har tey verða malin runt í eini út av lagi vánaligari tilrættislegging.
- Spurningurin er, hvussu leingi tey fara at orka at vera í hesi karrusellini, hvussu nógv fara at fella frá og vilja út á hálvari leið, spyr hon.
Hon sigur, at ein avleiðing av hurlivasanum er, at foreldur eru av álvara farin at umhugsa at flyta síni børn í aðrar skúlar.
- Onkur fyrispurningur er farin til annan skúla um at taka ein heilan flokk inn, og tað vanlukkuligasta er, at okkara dugnaligastu lærarar eru farin at venda eyguni aðrar vegir, sigur Birna Jacobsen.
Trýst HER, og les alt um, hvat Birna Jacobsen heldur um framferðarháttin í sambandi við at leggja Kommunuskúlan, og Venjingarskúlan, saman, og tann hurlivasa hetta hevur elvt til.