Síðani fyrstu avtaluna frá 2009, ið Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi við russiska stovnin Rosselkhoznadzor, hevur kravið frá russiskari síðu verið, at váttanir fyri fisk- og fiskavørur, ið skulu útflytast úr Føroyum til Russland og Euroasiatisku búskaparsamgonguna, skulu verða undirskrivaðar av embætisdjóralækna.
Fyri at betra um dagligu tilrættisleggingina við at fáa fleiri starvsfólk at undirskriva váttanir hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í longri tíð arbeitt við at fáa góðkenning frá Rosselkhoznadzor, fyri at eftirlitsfólk á matvørudeildini eisini kunnu undirskriva.
Rosselkhoznadzor hevur lagt ynskið fyri limalondini í Euroasiatisku búsksparsamgonguni. Seint í vár kom svar frá Rosselkhoznadzor, at ynskið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni var gingið á møti av øllum limalondunum í Euroasiatisku búskaparsamgonguni.
Nýggj heilsuváttan er nú gjørd og verður tikin í nýtslu í dag, 1. september.
Við nýggju heilsuváttanini verða tað fleiri starvsfólk, ið kunnu undirskriva váttanir til Russland og Euroasiatisku búskaparsamgonguna.
– Hetta kemur at lætta um tilrættisleggingina av arbeiðnum, nú váttanin ikki longur er bundin at nøkrum fáum embætisdjóralæknum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.