Tað var eitt sindur av einum hvøkki fyri Henrik Old, tá ið hann hoyrdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Tað ásannar hann, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um røðuna. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at arbeitt verður við at byggja eitt nýtt tjóðleikhús. Men tað, sum loypti hvøkk á Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, var, at løgmaður eisini boðaði frá, at nýggja tjóðleikhúsið skal byggjast á Bursatanga.
Tað hevur verið nevnt áður, men Henrik Old segði, at hann væntaði aldrin at hesi tíðindini fóru at síggja dagsins ljós aftur. Hann er nevniliga púra forfardur av, at ætlanin er at fara út á sjálvan bryggjukantin at byggja eitt nýtt tjóðleikhús. Hann vísir á, at ein avleiðing verður, at nólsoyingar fara at missa tey 40 parkeringsplássini, teir brúka á Bursatanga og allar umstøðurnar á bryggjuni hjá Smyrli, og til útflutningsvørurnar úr Suðuroy, verður bumba langt aftur í tíðina.
Henrik Old sigur, at hann hevur glett seg til at Norrøna flytir yvir í nýggja havnarlagið, uttan fyri molan, at liggja, so at Smyril fer at fáa hampiligar umstøður inni á Bursatanga. Hann sigur, at tað er ómetaliga nógvur pengur, og nógv orka løgd í at gera tað kyrt inni í Tórshavnar Havn. Og nú tað er eydnast, verður bryggjukanturin tikin til eitt tjóðleikhús.
Hann spyr, hvar bilar og farmur til Smyril nú skal vera. Hann sigur, at tað hevur ongantíð verið so galið, sum í summar og tí heldur hann, at tað er ein heilt »totalt vanvittig« ætlan at byggja tjóðleikhús á Bursatanga.
Henrik Old sigur, at hetta kann løgmaður rætt og slætt ikki meina í álvara og hann staðfestir, at hetta kunnu tingmenninir úr Suðuroy undir ongum umstøðum góðtaka, at bryggjukanturin, sum suðuroyingar brúka til sín útflutning, verður lagdur undir eitt tjóðleikhús.
Partamaður hansara, Bjarni Hammer, sigur, at umstøðurnar á Bursatanga eru alt ov vánaligar og ein av avleiðingunum er, at Smyril er seinkaður upp í ein tíma, ofta fleiri kvøld um vikuna, tí tað er so nógvur farmur og so nógvur bilar.
Tað er gleðiligt, at tað er so nógvur farmur, og at tað ferðast so nógv fólk, men hetta er ein ovurstórur trupulleiki. Tá ið sami trupulleiki var í Sandoynni, keypti landsstýrið beinanvegin eitt skip at flyta nakrar fáar bingjur um Skopunarfjørð, men tá Suðuroyggim hevur sama trupulleika, verður tað blinda eygað vent til.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at Havnin hevur flutt seg fram í tíðina til at verða ein rættiligur býur við einum virknum mentanarlívi og nógvum tilboðim, og tað dregur eina rúgvu av fólki til Havnar.
Hann skilur væl, at Henrik Old heldur, at tað er vorðið ov nógv av tí góða at leggja so stóran dent á tey hugnaligu viðurskiftini í lívinum, heldur enn at leggja størri dent á at skapa vinnuni góðar umstøður. Men løgmaður vísir á, at tað er ikki óvanligt, at slík hús verða sett við sjóvarmálan. Bæði Harpan í Reykjavík, og operahúsið í Keypmannahavn, standa við sjóvarmálan.
Løgmaður ásannar, a hetta er ikki tað gamalt í Føroyum, men vit eru í ein nýggjari tíð, og vit mugu eisini fylgja við tíðini. Hann sigur, at eftir teimum fyribils tekningum, hann hevur sæð, fer nýggja tjóðleikhúsið ikki at forða fyri virkseminum á sjálvari bryggjuni, tí ein stórur partur av tí verður flutt út í nýggja havnarlagið. Og sostatt slepst eisini undan larminum av havnarlagnum, sum nútíðar býarmenniskju ikki vilja vita av, segði løgmaður.