? Hetta luktar ov illa av privatum arbeiðsgevara.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað eru týðilig prógv um, at tað eru teir privatu arbeiðsgevararnir, sum stýra fíggjarmálastýrinum í samráðingunum.
? Vit vita, hvønn leiklut teir høvdu í samráðingunum við Føroya Tele. Og vit vita, at tað eru teir, sum alla tíðina liggja aftanfyri og toga í træðrirnar.
Hann sigur, at seinasta dømi fingu tey í nátt.
? Vit vita, at tað var Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum fekk Karsten Hansen at vraka semingsuppskotið, sigur Gunnleivur Dalsgarð.Arbeiðsgevarafelagið bað teir vraka uppskotið, tí verða tey, sum eru í sjeynda lønarflokki, flutt upp í áttanda lønarflokk, fer tað at fáa ávirkan á lønirnar í sáttmálanum millum arbeiðsgevararnar og S&K, sum samráðingar skula verða um seinni.
Tí so faa limirnir í S&K at krevja tað sama.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at vita, at Arbeiðsgevarafelagið legði trýst á Fíggjarmálastýrið fyri at fáa teir at vraka semingsuppskotið.
Hann heldur, at tað er nógv fyri, at sjónarmiðini hjá privatu arbeiðsgevarunum skulu viga tyngri enn alt annað hjá fíggjarmálastýrinum, nú Starvsmannafelagið roynir at fáa nøkur oyru uppá lønina hjá teimum lægst løntu
Vilhelm M. Johannesen, sum er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, avsannar, at teir hava verið í samband við fíggjarmálastýrið um hetta.
Hann sigur, at tað hevði verið at givið arbeiðsgevarafelagnum størri makt, enn tað hevur.
Hann sigur, at tað eru tríggir mans, sum hava heimild at úttala seg fyri arbeiðsgevarafelagið
? Tað eri eg, næstformaðurin og skrivarin, Jan Mortensen.
Og ongin av okkum hevur verið í samband við landsstýrið um hetta, sigur Vilhelm Johannesen.
Hann sigur, at einasta ?samband? sum teir hava havt við landsstýrið, hevur verið leyst prát, tá ið tey onkuntíð hava hitst.
Men eisini tað er langt síðani, at nakað sovorið hevur verið millum okkum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelagnum.
Hann sigur, at hevði Føroya Arbeiðsgevarafelagið havt nakra ávirkan, hevði Starvsmannafelagið helt ikki staðið 7% í lønarhækking í boði. Tí skal tað førast yvir á privata arbeiðsmarknaðin, er tað ov høgt.