Hetta var ein strika í rokningini – men ikki meiri enn tað

– Eg vænti avgjørt, at vit halda fram, sigur Atli Gregersen, stóri í Hiddenfjord

– Hetta var ein strika í rokningini, men vit halda ikki, at tað verður meiri enn tað.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni, Hiddenfjord.

Hiddenfjord hevur ætlanir um at fara undir aling vesturi á Víkum í Vágum og í hesum sambandi hava tómir aliringar ligið har í nøkur ár fyri at vita um teir halda í tí ringa veðrinum, sum kann vera har vesturi.

Og í heyst varð eisini ein fóðurflaki lagdur við aliringarnar.

Men fyri eini viku síðani, síðsta mikudag, ella hósnátt, hendi tað, at fóðurflakin flutti seg rættiliga langt, uttan at hann tó sleit heilt, ella fór á land.

Bátar fóru til hann, men veðrið var so ringt, at tað var ikki fyrr enn leygardagin at tað var ráðiligt at seta á hann, og síðani varð hann sleipaður á Vestmanna.

Atli Gregersen segði tá, at tey vóru eitt sindur bilsin av hesum, tí flakin varð so sterkt bygdur, og fortoyningarnar vóru so kraftigar, at tey væntaðu at tað fór at halda.

Atli Gregersen sigur, at nú tey hava kannað málið, vísir tað seg, at fimm av teimum átta fortoyingunum eru slitnaðar, so flakin hekk bara í trimum fortoyningum.

– So hevði hann komið aftur við einum stormi, hevði tað ikki so nógv eftir at geva av, ásannar hann.

Hann sigur, at tað vísir seg at allar fortoyingarnar, sum slitnaðu, slitnaðu í sjálvum festinum á flakanum.

Hann sigur, at hetta gevur teimum nakað at hugsa um. Nú skal ein frágreiðing skrivast og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.

Men hann væntar avgjørt, at royndin at ala á Víkum, heldur fram, tey skulu bara hava hendan trupulleikan loystan.