Hetta varð roknaður at vera dysturin, tá ið Føroyar høvdu møguleikan. Meinhard E. Olsen og Teitur Matras Gestsson eru skaddir. Annars eru allir hinir føroysku spælararnir tøkir, og fleiri av teimum, sum eru á lønarlistanum í útlendskum feløgum, hava síðstu vikurnar aftur og aftur víst, at teir eru heilt væl fyri.
Men tað riggaði ikki ímóti Póllandi, sum ikki hevur havt serliga sannførandi fyrireikingar til júst henda dystin.
Pólland legði seg á odda longu eftir tríggjar minuttir. Persónligt mistak í føroyska verjupartinum var orsøk til málið. Sum 1. hálvleikur leið, kom tað fyri, at føroyingarnir vóru í góðum støðum eftir hornaspark, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál. Í hinum endanum vóru fleiri spentar støður, og fleiri ferðir var tað eftir ikki so sannførandi føroyskt verjuspæl.
Beinanvegin eftir steðgin gekk tað føroyingunum heilt ímóti. Hørður H. Askham sá reytt, tí niðurlendski dómarin metti, at miðverjin hevði brúkt neyðbremsuna. So snúði tað seg um at verja heldur enn at leypa á. Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki var 1-0, og tá ið Pólland økti til 2-0, og seinni hálvleikur leið, vóru fleiri av teimum skiftir út, sum skulu spæla í Kekkia sunnudagin.
Hugburðurin var góður, men hetta kvøldið fer at verða minst sum eitt av teimum, tá ið tað mesta var skeivt upp á bein á Tórsvølli.
Føroyar – Pólland 0-2 (0-1)
0-1: Sebastian Szymanski 4.
0-2: Adam Buksa 65.
Dómarabólkur úr Niðurlondum: Allard Lindhout, Rogier Honig, Patrick Inia og Jannick Van Der Laan (4. dómari)
3220 áskoðarar
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – Jóannes Bjartalíð (Andrass Johansen, 75.), Brandur H. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 76.), Jákup B. Andreasen (Jóannes K. Danielsen, 82.), Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 90.) – Jóan Símun Edmundsson (Pætur J. Petersen, 76.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: Ári Mohr Jónsson og Odmar Færø
Reytt kort: Hørður H. Askham 49. (beinleiðis reytt)
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze