Hetta verður eitt tað fyrsta hann fer at gera í landsstýrinum

Jenis av Rana er ikki bangin fyri at stinga hondina í eitt vespureiður beinanvegin

Føroyar skulu hava eina sendistovu í Jerusalem í Ísrael. Tað ætlar Jenis av Rana, sum skal umsita uttanríkismál í samgonguni, sum nú er skipað ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Og Jenis av Rana sigur, at hetta verður eitt tað fyrsta, hann fer at arbeiða við.

Tað stendur í samgonguskjalinum, at » Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið.«

Og hann leggur afturat, at tað verður í Jerusalem, at hendan sendistovan skal vera, og tað fer hann at virka fyri beinanvegin.

Tað er rættiliga umstrítt, at nøkur lond hava flutt sínar sendistovur úr Tel Aviv til Jerusalem og serliga hevur tað elvt til misnøgd hjá palestinarum.

Hinvegin eru tað fleiri lond, sum ikki vilja tað, tí mett verður, at tað verður ein meinbogi fyri royndunum at skapa frið í økinum.

Men Jenis av Rana heldur, at tað er sjálvsagt, at vit hava eina sendistovu í Ísrael, akkurát sum vit hav sendistovur í øðrum londum. Og verður hon í Ísrael, verður hon sjálvandi í Jerusalem.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá tíðindafundinum í morgun, har samgonguskjalið varð undirskrivað

##ms##

 

Jenis av Rana vísir á, at Ísrael er eitt tað framkomnasta landið í heiminum á nógvum økjum, eitt nú í tøkni og í læknavísindum. Og hann droymir um at fáa læknar úr Ísrael til Føroyar at arbeiða í eitt skifti, og at læknar úr Føroyum kunnu fara til Ísrael at arbeiða í eitt skifti.

Hann heldur eisini, at okkurt virki, sum ger heilivág í Ísrael, kundu havt áhugað at komið higar.

Tað eru danir, sum umsita uttanríkismál fyri Føroyum, men Jenis av Rana væntar ikki, at danska stjórnin fer at seta seg ímóti tí.