Hetta verður eitt dreymavikuskifti

Um vikuskiftið verða heilir fýr altjóðadystir í Føroyum

##med2##

 

Næsta vikuskiftið verður eitt dreymavikuskifti. Tað sigur Gunn Ellefssen, forkvinna í Hondbóltssambandinum. Næsta vikuskifti verða nevniliga ikki færri enn fýra altjóða hondbóltsdystir her á landi, so tað verður eitt av teimum heilt stóru hondbóltsvikuskiftunum í Føroyum.

 

Í hesum sambandi skal manslandsliðið spæla HM undandystir ímóti Luksemburg, Italia og Lettlandi.  Men tað verður eisini ein annar dystur um vikuskiftið, sum ikki verður minni spennandi.  Tað verður tá ið besta kvinnuliðið hjá H71 í Hoyvík skal spæla seinnu áttandapartsfinalu í EHF Europa Cup-kappingini ímóti ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er fjórðfremst í bestu serbisku deildini.

 

Fyrri dysturin var í Serbia í gjárkvøldið og har vunnu hoyvíkskvinnur 39-38 á kvinnunum úr Serbia. Men sum hjá so nógvum øðrum, leggur korona ein dempara á hesar stórhendingar og tað hava tey í FM1 tosað við Gunn Ellefsen um.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr forkvinnuna í Hondbóltssambandinum greiða frá um dystirnar, atgongumerki, og annað.