Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hjálpti, tá ið fakfeløgini sutt fyri jól vístu sína misnøgd við uppskotið, sum vinnumálastýrið hevði gjørt um seming í sambandi við sáttmálasamráðingar á arbeiðsmarknaðinum.
Tað loypti rættiligt øði í fakfeløgini, tá ið vinnumálastýrið sendi fakfeløgum og ørðum, uppskotið til ummælis seint í heyst.
Feløgini átalaðu m.a. harðliga, at uppskotið fór at taka fakfelagsrættindi frá fakfeløgunum og fór skerja samráðingarrættin. Eitt nú vildu tey ikki góðtaka, at semingsstovnurin eftir nýggja uppskotinum fór at fáa at kalla óavmarkaðar heimildir at útseta eitt verkfall.
Eftir hetta boðaði Bjarni Djurholm frá, at hann var sinnaður at laga uppskotið til.
Annars helt hann, at sumt av tí,sum fakfeløgini førdu fram, var misskilt og yvirtulkað og hann helt, at fakfeløgini høvdu skotið honum motiv í skógvarnar, sum hann ikki hevði havt.
Uppí part aftur
Síðani er tað hent, at Vinnumálastýrið kallaði fakfeøløgini til fundar beint fyri jól at tosa um ummskotið.
? Har greiddu vit feløgunum frá uppskotunum og frá teimum yvamálum, sum vóru, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at eftir fundin heldur hann framvegis, at fakfeløgini hava misskilt og yvirtulkað partar í uppskotinum og at tey leggja honum motiv í skógvarnar, sum hann ikki hevur.
Men hann sigur framvegis, at tað skal ikki skorta uppá vilja at orða uppskotið øðrvísi fyri at sleppa undan hesum misskiljingum og yvirtulkingum.
Tí hevur hann nú boðið fakfeløgunum at gjøgnumganga uppskotið saman við vinnumálastýrinum og at laga tað til.
? Eg vóni, at fakfeløgini taka av og vilja koma uppí aftur arbeiðið at gera uppskotið liðugt.
Tá ið hann sigur at hann vónar, at feløgini koma uppí aftur, sipar hann til, at fakfeløgini vóru upprunaliga við í einum arbeiðsbólki, sum varð settur at gera uppskotið.
Men arbeiðsbólkurin syndraðist, tí ósemja tók seg upp ímillum fíggjarmálastýrið og fakfelagsumboðini um samsýningina til nevndarlimirnar.
Tí endaði tað við, at Vinnumálastýrið gjørdi lógaruppskotið liðugt einsamalt.
Bjarni Djurholm sigur, at hetta er eitt uppskot fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí var tað eisini alla tíðina ætlanin, at fakfeløgini skuldu vera við til at gera tað. Men feløgini tóku seg burturúr arbeiðnum, tá ið ósemja tók seg upp um samsýningina.
? Mín uppgáva er at dagføra eina elligamla lóg sum varð gjørd mitt í tjúgunum. Tí vóni eg, at fakfeløgini og vit kunnu halda fram at viðgerða málið í felag.
? Vilja tey tað, ivist eg ikki í, at vit koma til eitt skilagott úrslit, sigur hann.
Hann sigur, at fyri ikki at standa á berum, um hetta skuldi miseydnast, hevur hann gjørt av, at til samráðingarnar, sum verða á arbeiðsmarknaðinum í vár, skulu semingsmenn veljast eftir gomlu lógini.