Hevur einki skot á mál í ár

Tað eru ræðandi hagtølini hjá Wayne Rooney í Manchester United.

Wayne Rooney er einans 25 mál frá at taka metið frá Sir Bobby Charlton sum mest skorandi spælarin í søguni hjá Manchester United (249), men sum gongdin er í løtuni, so verður hetta metið ikki tikið í bræði.


Hagtøl hjá whoscored.com vísa nevniliga, at Rooney ikki hevur havt eitt einasta skot á mál í Premier League í 2015. Tað fevnir um seks dystir og 450 minuttir. Hann hevur skotið átta mál kappingarárið 2014/15, og tað eru tvey færri en Robin van Persie.


Hagtølini vísa eisini, at Rooney hevur verið mest nýttur á sentrala miðvøllinum. Har hevur hann spælt 12 ferðir, hevur skotið trý mál og lagt upp til eitt. Tríggar ferðir hevur hann spælt álopskendur miðvallari, fimm ferðir hangandi áleypari og einaferð til vinstru heilt frammi.


Samanumtikið hevur hann skotið 0,25 mál í miðal meðan hann spælir á miðvøllinum, men hinvegin 0,56 mál í miðal tá ið hann spælir longri frammi á vøllinum.


- Kanska hann er betri í álopinum, men so havi eg ein trupulleika á miðvøllinum, sigur venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, við The Independent í dag.