Búskaparpolitisku málsetningarnar
Allir politikkar, íroknað fíggjarmálaráðharrin, nevna ikki við einum orði teir búskaparpolitisku málsetingarnar, sum øll onnur lond arbeiða eftir. Hesir málsetningar fevna um:
Búskaparvøkstur – stabilur vøkstur
Arbeiðsloysi – lágt arbeiðsloysi (ónátturligt við ongum arbeiðsloysi)
Inflatión – lág inflatión
Gjaldsjavni – javnvág ella avlop
Umhvørvi – burðardygg umsiting av nátturugivna tilfeinginum.
Tað pínliga er, at vit vita ikki, hvar vit eru við atliti til td. búskaparvøkstur – vit hava ov gomul og fá national hagtøl og annars ov fá stýringaramboð. So ein kann siga, hvussu skulu vita, hvar vit skulu fara, tá vit ikki vita, hvar vit eru.
Tað er ikki nóg mikið í fíggjarpolitikkinum at viðgerða ein undirsjóvartunnil til Sandoynna og gloyma heildina í búskapinum – kunsturin hjá fíggjarmálaráðharranum er at ávirka búskapin umvegis fíggjarlógina á ein slíkan hátt, at skaptar verða hóskandi javnvágir millum málsetningarnar. Fíggjarlógin eigur at setast saman við inntøkum og útreiðslum og raðfestingum soleiðis, at henda hevur eina tilætlaða ávirkan á búskaparpolitisku málsetningarnar. Hetta kann so aftur verða við til at skapa stóra virðisøking og nyttuvirði fyri samfelagið og vinnuna.
Fíggjarmálaráðharrin hevur ábyrgdina av samlaða fíggjarpolitikkinum, herundir rikna fíggjarpolitikkinum hjá kommununum uppá leið 1 mia.kr. í rakstri og umleið 450 mió.kr. í íløgum árliga. Men tað sær ikki út til, at nakað munagott og aktivt verður gjørt fyri at samskipa henda týðandi partin av búskapinum, umvegis fíggjarpolitikkin hjá tí almenna.
Landsstýrið og/ella fíggjarmálráðharrin hava ikki gjørt av, um føroyski búskapurin skal stýrast sum ein marknaðarbúskapur, planbúskapur ella ein kombinatión av hesum báðum. Í dag er fíggjarlógin eitt klútateppi, har ongin sær, hvørji búskaparpolitisk mál eru sett komandi árini og eftir hvørjum meginreglum rakstur og íløgur verða játtaðar. Fíggjarlógin er meira eitt politiskt sjálvtøkuborð, sum verður dekkað við nógvum av teimum somu rættunum, aftur og aftur, árliga í nov./des.
Líka síðan nýggju játtanarskipanina í 1996, hevur onki landsstýrið ella landsstýrismaður í fíggjarmálum klára at gjørt eina langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur hjá landinum, sum m.a. tekur støði í búskaparpolitisku málsetningunum.
Er búskapurin sjúkur
Búskaparvøkstur og lágt arbeiðsloysi eru vanliga ikki eitt sjúkutekin. Hinvegin er viðkomandi at spyrja, hvørjir undirliggjandi faktorar skapa búskaparvøksturin í Føroyum og hví arbeiðsloysi er lágt.
Vit kunnu viðgerða búskaparvøksturin fyrst – tann mest sunni vøksturin fyri ein búskap er grundaður á hægri produktivitet, hægri effektivitet, innovatión, góð kappingarevni, avtøka av forðingum fyri kapping o.a. Tað er ikki ein sunnur búskapur, sum veksur orsaka av “gandaloysnum” sum td. longdum afturgjaldstíðum av privatum lánum, pausulánum, hægri privatari lántøku til forbrúk, stuðul á fíggjarlógini o.a.
Seinastu árini er nakað, sum bendir á, at vøksturin í føroyska búskapinum ikki er sunnur og virðisøkingin er kunstig og blást upp – uttan vøkstur í realproduktiónini ella stovnan av nýggjum útflutningsvinnum. Tí er heldur ongin vøkstur í útflutningsvirðinum – eitt gott tekin um, at undirliggjandi faktorarnar í búskapinum eru í stagnatión og hava tað trupult.
Ongir málsetningar eru hjá landsstýrinum um at skapa ein størri búskap við td. at innflyta útlendska arbeiðsmegi. Tað er ongin volumuvøkstur í føroyska búskapinum og tað kókar tí mest í tí sama lítla pottinum, sum vit vanliga kenna tað.
Arbeiðsloysi er lágt og tað verður tulkað sum eitt gott tekin. Fara vit afturum tølini, so finnst tað ein onnur søga aftanfyri, nevnliga, at vit útflyta okkara arbeiðsloysi, serliga akademisku arbeiðsmegina. Hesi fólkini, sum partur av arbeiðsmegini, eru júst tað tilfeingi/vitan, sum skal til fyri at gera Føroyar til vinnarar og millum heimsins fremstu lond. Tað eru fáir politikarar, sum geva hesum gætur og heldur ikki okkara politisku ráðgevar – at tað ikki er attraktivt hjá væl útbúnum ungum føroyingum at fáa sær arbeiði í føroyskari vinnu. Tí er lága arbeiðsloysi ikki nógv at reypa sær av, heldur er tað eitt krepputekin, og eigur politisk og vinnulig orka at verða brúkt til at broyta hesa støðuna.
Sostatt er tað ikki serliga viðkomandi at halda áfram uppá 4. árið at tosa um ovurupphiting, heldur eigur politiska skipanin og vinnan at tosa um, hvørt búskapurin byggir á nøkur sunn og virðisskapandi prinsippir og undirliggjandi faktorar. Føroyski búskapurin er í minni mun heitur vegna ein sunnan og frískan rennitúr, men hevur heldur febur vegna ov lítla rørslu, skeiva búskaparpolitiska stýring og passivitet. Vit kunnu siga, at føroyski búskapurin “hongur saman av vana”.