Níggju ára gamli Nikolaj Jensen er komin úr Danmark til Føroya fyri at geva soni Ronaldo eina gávu.
Millum fjeppararnar, sum hava fylgt portugisiska landsliðnum síðani teir komu til Føroya, er níggju ára gamli Nikolaj Jensen. Saman við mammu síni og lítlabeiggjanum Christian eru tey komin úr Danmark í samband við landsdystin millum Føroyar og Portugal.
Cristiano Ronaldo er sum vera man stóra hetjan hjá Nikolaj og mamman greiðir frá, at hetta er ein føðingardagsgáva.
- Tað einasta, Nikolaj vildi hava í níggju ára føðingardagsgávu, var ein túr til Føroya í samband við landsdysin. Tí eru vit her, sigur hon.
Hevur tú so hitt Ronaldo, Nikolaj?
- Nei, men eg sá hann beint í áðni, tá hann kom úr leikarabussinum. Hann var nokk so súrur, sigur Nikolaj.
- Eg haldi, hann var troyttur, skoytir mamman upp í.
Við sær hava tey eina stóra eskju av Technic Lego. Hana skal Ronaldo fáa at geva soninum.
- Hann er kanska ikki førur fyri at byggja gravkúnna sjálvur enn, men kanska pápin kann hjálpa. Eg haldi sonurin er eini fimm, seks ár, sigur Nikolaj Jensen.
Enn hevur tað tó ikki eydnast teimum at fáa orðið á Ronaldo, so tey ganga enn við eskjuni.
- Vit gera eina roynd aftur í morgin. Vónandi er eydnan við okkum tá, sigur Nikolaj Jensen.
Eitt kundu tey trý tó ynskt sær – atgongumerki til dystin í annaðkvøld.
- Vit hava roynt alt møguligt, bæði úr Danmark og her í Føroyum, men tað tykist vera ómøguligt at fáa atgongumerki. Nú er eitt lítið døgn eftir, men vit vóna tað besta, sigur Fiola, mamma Nikolaj og Christian Jensen.