Hetta er tíðin, sum vanliga er merkt av hjálpsemi og kærleika, hendan tíðin har vit sum fólk standa saman um eitt gott og samhaldsfast samfelag. Við hesum í huga er væl skilligt at tiltakið ”Í menniskjum góður tokki” verður stuðlað og fær stóra undirtøku.
Men tá ið flest fólk, og ikki minst nøkur av teimum mest framstandandi í samfelagnum tala at tá ið onnur byrja at seta spurningar til rakstur og leiðslu av hesum grunni – og skýra hetta óunniligt virksemi - so skulu vit rópa varskó, tí tá er vandi á ferð!
Um tað er ein grunnur til vælgerandi endamál, ein grunnur til vinnulig endamál ella ein grunnur við almennum endamáli – um tað er ein privat fyritøka ella ein almennur stovnur – ja snøgt sagt virksemi, sum er í okkara samfelag – so eiga vit sum samfelag at duga at síggja virði í at settir verða spurningar til virksemi og leiðsluna av hesum – og ikki byrja at skilja sundur í ymiskar partar av virksemi – partar sum spurningur kann setast við og partar av virksemi, sum spurningur ikki kann setast við.
Tað eru í høvuðsheitum tríggjar orsøkir til at vit skulu vera sera ansin nú rákið er, at tað ikki er ”loyvt” at seta einum virksemi kritiskar spurningar.
Tað eina er, hví tolir júst hendan organisatiónin ikki tílíkar spurningar? Hví vera hesir spurningar ikki bara avgreiddir skjótt og væl? Kann ein orsøk vera at hendan organisatiónin ikki hevur greiði á sínum viðurskiftum ella okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós?
Ein onnur orsøk er tann, at hetta rákið kann vera eitt tekin um at persónur ella persónar, ið mynda organisatiónina verja hevjaðir upp um sjálva skipanina – tvs. at tað trúvirði ella tað umdømi, sum hesi menniskju hava, so at siga ”friða” tey fyri kritikki – ein tilstandur, sum er sera vandamikil fyri eitt samfelag – ikki tykkum at siga at dømir um hetta kenna vit eisini í Føroyum.
Triðja orsøkin er, at tá ið hetta rákið eyðkennur okkara samfelag, so er tað tekin um at okkara fjølmiðlar eru ov veikir og ov lítið kritiskir, og hetta er grundleggjandi sera vandamikið fyri okkara samfelag!
Hesi viðurskifti eru kjarnin í einum vælvirkandi demokratiskum samfelag!