Hevur tað gott eftir at snarljós rakti hann

Tað var ein starvsmaður hjá SAS-felagnum Spirit Air Cargo Handling, sum í gjár varð raktur av einum snarljósi í Københavns Lufthavn.

SAS upplýsti í dag, at støðan hjá tí 58 ára gamla manninum er stabil.

– Støðan hjá honum er stabil, og vit fylgja væl við. Tað sær út sum um, at snarljósið rakti eina mastur, sum var nærindis har, sum starvsmaðurin var staddur.

– Vit hava ongantíð upplivað slíkt áður, og tað er ein rættiliga óheppin støða. Vit fara nú at ganga ígjøgnum allar mannagongdir saman við flogvøllinum, sigur Hans Henrik Spangenberg, aðalstjóri í SAS Ground Handling.

SAS vil ikki siga, hvørja uppgávu starvsmaðurin hevði.

 

/ritzau/