HF kvinnur í HM í fimleiki á middegi

Í dag klokkan 12 byrjar heimsmeistarakappingin í estetiskum fimleiki í Lahti í Finnlandi.

 

Týsdagin fór kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikarfelag, sum eru føroyameistarar í estetiskum fimleiki, til Finlands at luttaka í World Championship. Kappingin er í Lahti og byrjar í dag klokkan 12. Møguleiki verður at síggja kappingina, tí hon verður streamað – TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA.

 

Samskiparan hjá Havnar Fimleikafelag, Guðrun Guðjónsson, sigur úr Finnlandi, at tey hava ikki sæð hini liðini, men út frá tilmeldingini sæst, at støðið er sera høgt.

 

Kappingin byrjar í dag kl. 12.00 við innleiðandi kapping. Føroysku kvinnurnar skulu inn á gólvið sum nummar 13 av 27 liðum.

 

Tey lata væl at umstøðunum at venja, tó er tað nakað heitt fyri okkara fimleikarar, tí tey venja í eini høll uttan airconcition.

 

Streamingin byrjar kl. 12:00

 

Kappingin verður streamað á http://areena.yle.fi/tv??????????