Higartil elsta kenda súlan í Føroyum funnin á Sandi

Áhugaverd súla funnin á Sandi nýggjársdag. Síðan "Føroysk Ringmerking" á Facebook skrivar soleiðis:

Mynd: Tjóðsavnið

Fyrsta fráboðanin um ringmerktan fugl í 2023 kom longu hin 1. januar, tá Jógvan Olsen fann eina súlu, sum var skolað upp á Sandi. Helst doyði hon onkran av ilsligu jóladøgunum, men ikki er vist, um sjúka var uppá spæl, ella orsøkirnar vóru onkrar aðrar.

 

Tó var hesin fuglurin rættiliga serstakur, fyrst og fremst tí at hann var ringmerktur sum ungi hin 13. juli í 1998 og gjørdist sostatt næstan 24½ ára gamal. Hetta er møguliga elsta súlan, sum er fráboðað úr Føroyum. Tó vóru 2 funnar í 2021, sum vóru ávikavist 22 og 20 ára gamlar, og tað er ikki óvanligt, at tær liva longri enn so.

 

Men ringmerkingarstaðið var eisini áhugavert. Súlan var nemliga merkt á hólmunum Hovsflesa uppi við Lofoten, og er hetta bert ein av uml. 5 norskum súlum, sum eru funnar aftur í Føroyum. Flestu súlur, sum búleikast í Føroyum, roknast við at upprunaliga koma úr Norðurbretlandi, millum annað Orkneyoyggjunum.

 

Súlur liva leingi, og elsta súlan, sum fólk vita um, gjørdist 37 ár, 4 mánaðir og 16 dagar gomul.

 

(Kelda: Føroysk Ringmerking á Facebook)

 

Mynd: Tjóðsavnið