Hildið verður fast um verandi havnarætlan

- Eg skilji ikki illviljan móti at lyfta Skansan upp á eitt munandi hægri støði enn í dag, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at verður núverandi havnarætlan fyri Tórshavnar havn gjøgnumførd, verður Skansin miðdepil og ein sonn perla í einum einastandandi mentanarumhvørvi, har fólk á fyrsta sinni kunnu sita á fyrstu parkett og njóta Skansan á ein hátt, tey aldri hava sæð hann áður.

 

- Eg skilji ikki illviljan móti at lyfta Skansan upp á eitt munandi hægri støði enn í dag, leggur borgarstjórin avgjørdur aftrat.

 

- Tórshavnar havn má byggjast út. Hon er vorðin ov lítil. Skipini gerast størri og sleppa ikki at. Ógjørligt er at avgreiða bingjuskip og ferðamannaskip í senn. Havnin er ov grunn. Ferðsluliga er alt eitt kaos um summarið.

 

Borgarstjórin vísir á, at einki pláss er eftir til goymsluhøli ella bingjupláss. Men kortini hevur umleið 70% av øllum farminum adressu hjá móttakarum í Havn.

 

- Ætlanin er tí at byggja út við 163 túsund fermetrum og at økja atløgusíðuna við umleið 700 metrum. Samstundis verður ferðslan leidd burtur frá Skansaøkinum. Um tað er tíverri - ella tíbetur - er tað kortini ein sannroynd, at gamli Skansin gjørdist miðdepil í kjakinum um havnarútbyggingina.

 

Heðin Mortensen sigur, at Tórshavnar kommuna seinastu 14 árini hevur samskift við fornminnismyndugleikarnar fyri at finna eina so góða loysn sum gjørligt, har øll atlit eru tikin til Skansan.

 

- Umhvørvisárinskanning er gjørd, Umhvørvisstovan hevur viðgjørt kanningina, modelroynd og aldusimuleringar eru gjørdar á DHI, og Yvirfriðingarnevndin hevur játtað útbyggingini.

 

Men hóast allar góðkenningar, endar málið kortini ikki har.

 

- Tí, nú gjørdist Skansin kjakevni burturav. Fólk vilja hava havnina flutta aðrastaðni. Tað er alt ov kostnaðarmikið og djúpt at byggja við Glyvursnes og inni á Sundi, og pláss er ikki í Kollafirði.

 

Heðin Mortensen sigur, at hildið verður fast um verandi og góðkendu ætlan - sum tó bert er ein skitsa - ið kann broytast nógv.