Hildigunn spælir leik í Rio

Sjónleikarakvinnan Hildigunn Eyðfinnsdóttir er sloppin við í performance-framførsluna "DRIVE-IN RIO" sum verður framførd í sambandi við ST-stevnuna "Rio + 20" í Rio de Janeiro. Henda ráðstevnan byrjar mikudagin.

Tað er performance-bólkurin Wunderkammer Latin America sum hevur boðið listafólkum úr londum sum til dømis Australia, Brasilia, Spania, USA, Onglandi og Danmark at skapa hvør sína performance ella installasjón í hvør sínum bili.

Tað er her, at Hildigunn Eyðfinsdóttir kemur inn í myndina, sum umboð fyri Danmark við performance-leikinum "Valkyrie". Hon hevur sjálv gjørt hann til Drive-In Rio.

Allir hesir leikirnir verða framførdir millum brúktir bilar og gomul bilvrak, ið standa sum leivdir frá einum 50´ara "drive-in" biografi inni í stóru mentunarhøllini Armazém da Utopia í Rio de Janeiro.

Í hvørjum bili er ein installasjón ella ein performance í gongd við einum ella fleiri luttakandi. Øll tey luttakandi listafólkini viðgera á hvør sín hátt tey ymisku tema’ini, sum verða viðgjørd á RIO + 20 ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, burðardygga menning og vistfrøðiligan livihátt sum er í Rio De Janeiro samstundis sum Drive-In Rio.

Umframt at vera við í altjóða bólkinum Remote Control, hevur Hildigunn í nøkur ár verið partur av bólkinum Wunderkammer DK sum Luke Cooper og Samuel Moore hava stovnað.

Í Føroyum er Hildigunn nokk mest kend fyri annan høvuðsleiklutin í filminum Bye Bye Blue Bird.