Anders Behring Breivik var meiri og meiri fyri seg sjálvan og sleit sambandið við sínar gomlu vinir, og tað fekk teir at halda, at hann kanska var vorðin samkyndur.
Tað segði ein gamal vinmaður hjá Breivik í rættinum í Oslo í dag. Tann 33 ára gamli maðurin hevði kent Breivik, síðani teir gingu í skúla, og teir vóru vinir líka til 22. juli í fjør, tá Breivik myrdi 77 fólk í Oslo og á Utøya.
Maðurin greiddi frá, at frá 2006 til 2008 var Breivik meiri og meiri fyri seg sjálvan, og hann tók ikki telefonina, tá vinmenninir ringdu. Teir vistu, at hann brúkti ta mesta av tíðini til telduspøl. So flutti Breivik heim til mammu sína at búgva.
-Eg helt, at hann mundi líða av tunglyndi, at hann var komin í onkrar stórar trupulleikar, ella at hann var samkyndur og ikki vildi lata tað koma fram, segði vitnið í rættinum. Hann segði, at hann og hinir vinmenninir royndu javnan at fáa samband við Breivik, og tá tað loksins eydnaðist, var tað Breivik sjálvur, sum tók stig til tess. Teir hittust nakrar ferðir og seinastu ferð ein mánað undan 22. juli í fjør. Tá hittust teir á einari kaffistovu.
-Hann tosaði mest um politikk. Tað var tað einasta, sum hann hugsaði um. Eg tímdi ikki at lurta. Tað var strævið, greiddi vinmaðurin frá.
Hann segði, at hann helt tað vera eitt sindur løgið, men samstundis hugnaligt, at Breivik var fluttur til ein bóndagarð í Rena. Hann helt, at Breivik var farin at líkjast sær sjálvum aftur. Tann 33 ára gamli hevði sagt Breivik, at hann ætlaði sær til Rena at vitja hann, men fekk greitt at vita, at hann skuldi ikki koma. Teir báðir høvdu kortini avtalað, at hann skuldi koma at vitja Breivik eina viku eftir tann 22. juli.