Hildu fólk verið komið illa fyri í bjørgunum

Ein bátar boðaði í gjár frá, at teir hildu seg síggja fólk í bjørgunum norðan fyri Saksun

Tað var ein bátur, sum var í Eiðsflógvanum, sum í gjár boðaði frá, at teir hildu seg síggja okkurt reytt á eini rók norðan fyri Saksun, sum teir hildu vera fólk. Farið var at kannað málið við eini dronu, og tað vísti seg at vera eitt reytt plagg, sum hekk á einum stiki, so talan var ikki um fólk, sum var komið illa fyri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at staðkend fólk fara á staðið fyri at staðfesta tað við vissu og at taka burtur plaggið, so tað ikki órógvar eina ferð afturat.