Tór trívist væl í starvinum umborð á Norrønu

- Eg havi ongantíð verið sjómaður, men í fjør vár fekk eg hug at royna okkurt nýtt. Eg fekk starv umborð á Norrønu, og hetta dámar mær væl, sigur Tór Karlonsson Winther

 

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir, sum er ættaður úr Vágum, búgva í Skopun, og tey eiga tvey børn. Tór er útbúgvin rør-og blikksmiðjur, og hann hevur fingist við nógv ymiskt innan sína yrkisgrein, síðan hann gjørdist sveinur í 2012. 

Í eina tíð var hann við til at bora jarðhitahol, tá hann arbeiddi fyri eitt svenskt felag, sum boraði jarðhitahol í Føroyum, og hann hevur arbeitt fyri Pam Offshore í Noregi í nøkur ár, har teir eitt nú umvældu og dagførdu boripallar, sum vóru sleipaðir til lands.  

Í nakrar mánaðir var hann í Thule í Grønlandi fyri føroyskt felag, sum bygdi íbúðir á herstøðini har yviri. Hetta var á vetrardegi, og teir vóru í Thule einar tríggar mánaðir út í eitt. Á Thule-støðini vóru serliga amerikanarar og danir, einir 1200 mans tilsamans.

Afturvendandi hjá Tór eftir útbúgvingina sum rør-og blikksmiður er, at hann í nøkrum umførum hevur starvast fyri Demich og eitt stutt skifti, eftir at hann kom aftur úr Noregi, starvaðist hann hjá Rólant Vidtfeldt á Sandi sum rør-og blikksmiður í umleið eitt ár.

- Eg havi bæði verið í starvi hjá Demich, eins og eg í tíðarskeiðum havi hjálpt til í fyritøkuni, tá eg havi verið tøkur, og nógv hevur verið at gjørt, sigur Tór Karlonsson Winther, sum heldur, at hann soleiðis hevur starvast fyri Demich í eini tíggju ár tilsamans.

 

Fekk starv við Norrønu

Í fjør vár hevði hann hug at royna okkurt nýtt, og nú bar leiðin til sjós, har hann fekk starv umborð á Norrønu sum assistentur innan sína yrkisgrein undir leiðslu av 1. meistaranum umborð. 

- Eg havi ongantíð verið sjómaður, og sum blaðungur fór eg ikki til skips, sum fleiri aðrir. Foreldrini hildu, at eg gjørdi best við fyrst at fáa mær eina útbúgving, og hetta bleiv so til tað, at eg fór í læru sum rør-og blikksmiður.

Tá hann byrjaði umborð á Norrønu, hevði hann bara einaferð við til skips áður, og hetta var, meðan hann gekk í framhaldsskúla og var í starvsvenjing við farmaskipi á einum túri millum Føroyar, Skotland og Danmark og síðan heimaftur til Føroya.

- Síðan eg byrjaði í starvinum umborð á Norrønu, havi eg ongantíð havt sjóverk, og tað er sjálvsagt ein fyrimunur, tá tú ert siglandi. Mær dámar sera væl umborð saman við góðum, dugnaligum og fittum fólkum, og eg trívist væl í starvinum.

Hann heldur fyri, at vilja teir hava hann umborð í tí starvi, hann hevur nú, hevur hann ongar ætlanir um annað fyribils, tí hetta dámar honum væl.

Tór sigur, at teir eru tveir við somu uppgávum, sum skiftast um at vera umborð og í landi, og undir 1. meistara eru eitt nú eisini elektrikararnir. Teir eru tveir eru umborð í senn, og tveir eru í landi.

- Sum partur av manningini á Norrønu eru eisini teir, sum vit kalla handy-man, og teir taka sær vanliga av ymiskum øðrum uppgávum á teimum ovaru dekkunum umborð, sigur hann.

 

Ymiskar uppgávur

Umborð á Norrønu eru ymiskar uppgávur, sum ein rør-og blikksmiðjur hevur at takast við, og tað er 1. meistarin, sum skipar fyri og lutar út uppgávurnar.

- Vit taka okkum av viðlíkahaldi og partvís dagføringum av ymiskum slag, og okkara arbeiði er serliga í maskinrúminum og á dekkunum. Onkuntíð er tað sveising, og onkuntíð skal okkurt rør skiftast.

Bunkring er partur av arbeiðsøkinum.

Tór Karlonsson Winther vísir á, at á dekkunum verður regluliga hugt eftir, at alt er í lagi og virkar, sum tað skal, umframt at her skulu viðlíkahald og smyrjingar javnan gerast.

- Í maskinrúminum er eftirlitsrúm, og her er eisini ein lítil verkstaður, har onkrar uppgávur, sum vit fáast við, verða loystar, sigur hann.

Vanliga eru teir umborð í fýra vikur í senn, og so hava teir fýra vikur í landi. Í skiftinum hesaferð kom Tór í land hin 19. desember, og hann fer umborð aftur hin 22. januar. 

 

##med2##

- Eg havi ein ávísan mann, sum eg skifti við, og soleiðis er eisini hjá eitt nú elektrikarunum, sum sigla við Norrønu, sigur hann.

Aftrat útbúgvingini, sum rør-og blikksmiður, var Tór eisini fyri nøkrum árum síðan á skeiði í Stavanger í Noregi, har hann eitt nú lærdi at boyggja hydraulikkrør og onnur rør, sum eisini kann vera hent at hava í viðførinum umborð á Norrønu.

- Vit hjálpa faktiskt til allastaðni, har 1. meistarin vil hava okkum at taka eina hond í, og ein dagligur partur av okkara arbeiði er at sygja fyri, at okkara arbeiðsøkið er ruddiligt og nossligt, sigur Tór Karlonsson Winther.

 

10 tímar á vakt

Ein vanlig arbeiðsvakt umborð á Norrønu endar klokkan 18, um einki serligt er, og tá hevur vaktin vart í 10 tímar.

- Hetta er ein vanlig arbeiðsvakt hjá mær umborð. Er okkurt, sum tekur longri tíð, men sum ikki beinleiðis hastar, verður farið aftur til somu uppgávu á vaktini eftir.

Hann sigur, at í maskinrúminum á Norrønu eru bara føroyingar.

- Tað er serligar her, at okkara uppgávur eru, meðan eitt nú elektrikararnir fara um alt skipið, leggur hann aftrat.

Tór vísir, at ein meistari kann ikki hava eyguni allastaðni í senn, og er tað okkurt, sum assistenturin sær, sum hann heldur krevur viðlíkahald ella ábøtur, verður tað upp til 1. meistara at gera av, um okkurt skal gerast, og nær tað skal gerast. 

- Tað passar mær væl at vera fýra vikur umborð og fýra í landi, og eg haldi, at hetta er ein góð skipan, sigur hann.

 

Hittast messuni

Tað er serliga í messuni, at manningin hittist.

- Hetta er á 7. dekki, og her hittast vit til høvuðsmáltíðirnar. Vit fáa gott at eta umborð – ja, kanska ov gott, og her er so avgjørt einki at seta fingurin á. Ongum nýtist at ganga svangur umborð, sigur hann brosandi.

Tór sigur, at tær størru máltíðirnar, sum døgurð og nátturði, eru ávikavist á middegi og klokkan 18, tá hann vanliga fer av vaktini.

- Vit hava eisini kaffisteðgir, men tá fara vit vanliga ikki upp í messuna, tí tað er ikki altíð, at vit eru so reinir, sigur hann brosandi.

Umborð á Norrønu hevur hann eitt fitt lítið kamar, og her er bæði wc og brúsa, koyggja og ein lítil sofa.

- Jú, her eru góðar umstøður, og vit hava tað gott, sigur Tór Karlonsson Winther.

 

##med3##

 

 

 

- Eg trívst væl umborð á Norrønu, Tór Karlonsson Winther

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir búgva í Skopun og eiga tvey børn