Tá løgreglan klokkan 4 í morgun steðgaði einum bili, vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Men í bilinum fann løgreglan eisini hassj. Persónurin er tí eisini skuldsettur fyri brot á lógina um euforiserandi evni, tí ein nøgd av hassji varð eisini funnin í bilinum.
Enn er ikki greitt, um hann eisini verður skuldsettur fyri onnur viðurskifti, men tað er løgreglan í ferð við at kanna.











