D10 hjá H71 vunnu dyst í Oslo

Ímeðan bíða varð millum dystirnar hjá føroyska A-landsliðnum í Oslo, spældu nakrir H71 D10 vinardyst ímóti norska liðnum Linderup IL. Tað skrivar H71 á Facebook.

Linderup er lokalt lið í Oslo, og tey høvdu gjørt nógv burturúr, bæði við tjóðsangi, spekara o.ø. 

Dreingirnir hildu hetta vera sera stuttligt, og tað eydnaðist eisini hjá teimum at vinna dystin.