Tað var ein bátur, sum var í Eiðsflógvanum, sum í gjár boðaði frá, at teir hildu seg síggja okkurt reytt á eini rók norðan fyri Saksun, sum teir hildu vera fólk. Farið var at kannað málið við eini dronu, og tað vísti seg at vera eitt reytt plagg, sum hekk á einum stiki, so talan var ikki um fólk, sum var komið illa fyri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Hann sigur, at staðkend fólk fara á staðið fyri at staðfesta tað við vissu og at taka burtur plaggið, so tað ikki órógvar eina ferð afturat.
gjar høvdu vit eina, bátur sá okkurt reytt í berginum orðan fyri saksum, sá út til at vera fólk, fingu dronuførara at kanna tað nærri, lokalir fjallmenn orienteraðir, talan var nok um ein vest við refleksi, sum hekk á einum stiki. ein bátur sá tað frá eiðsflógvanum . men tað fingu vit avmystifiserað við eini dronu. snilt. lokalir skulu fara at kanna og staðfesta við egnm eygum og fáa tað fjernað.
Á eini rók ovarliga, har er ein gøta, og eitt stik og har hekk eitt reytt plagg, upp á avstand sá tað ut til at vera fólk. fyrrpartin í gjár
Bilur út av vegnum í Nesvík
Tað var sera hált í Nesvík í gjár, og ein bilur endaði í ánni
Ein bilur endaði í gjár í ánni í Nesvík. Tað var ein bilur, sum var á veg oman til leguhúsið í Nesvík.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað var sera hált, og at bilførarin royndi sítt besta, men har var einki at gera. Vegurin av landsvegnum oman til leguhúsið var so hálur, at bilføarin var harraleysur í støðuni, bilurin endaði í ánni, sum rennur fram við omankoyringni.
Bilurin fekk stóran skaða, og fólkini í bilinum vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tey hava tað øll gott, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein bilur endaði í ánni í Nesvík
fingu næstan um sama mundið stutt fyri kl 11 eitt hálkuohapp i nesvík. bilur oman móti leguhúsinum, har var glerstoytt, fór út av og endaði niðri í veitini, sum rennur oman við vegnum, bilurin nokso stóran skaða, fólkini koyrd á LS, men hava tað øll gott, var ikki stuttligt. hálkuóhapp. førarin gjørdi tað hann kundi, men var harraleysur í støðuni.
so var í gjárkvøldið eisini eitt ferðsluóhapp 16:15 toftum har ein bilur koyrdi á eitt prutl. sjaførurin ungur maður var koyrdur á ls fingið ávísar snuddir bæði kropp og andligt, hevði hjálm. smávegis skaðar. kanna tað nærri, hvør hevði feilin. intil víðari førarin a bilinum skuldseettur. arbeiða víðari. víkiskyldu, skuldi tvørtur um vegin og snarar inn fyri prutlið.
Hált, ein bilur komin í óføri Eiðisskarði, ikki nakað álvorligt skuldi hava hjálp.
-----
Macron: ES kann brúka handilsbazooka móti Trump
ES kann millum annað seta í gildi útflutningsbann ella avmarkingar fyri vørur, sum verða útfluttar úr ES til USA.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer at biðja ES virkja sítt máttmikla "anti-tvingsilstól", um USA fer at seta toll í sambandi við ósemjuna um Grønland.
Hetta kunngjørdu starvsfólkini hjá forsetanum í dag, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Sokallaða handilsbazookan er eitt amboð, sum ES kann brúka, tá ein onnur stjórn roynir at leggja búskaparligt trýst á limalondini í ES.
Anti-Coercion Instrument (ACI), sum sambært AFP ongantíð áður hevur verið nýtt, hevur fingið navnið handilsbazooka, tí tiltakið ger tað møguligt at avmarka innflutningin av vørum og tænastum.
Til dømis kann ES gera av, at amerikanskar fyritøkur ikki longur sleppa at luttaka í almennum útbjóðingum í ES.
Harumframt kunnu útflutningsbann ella avmarkingar setast í gildi fyri vørur, sum verða útfluttar úr ES til USA.
/Ritzau/











