##med2##
Í Finnlandi er tað tiltikið hvussu týðandi tað var, at Jari Litmanen valdi fótbólt framum íshokki, og gjørdist størsti og kendasti finski fótbóltsspælarin nakrantíð.
Í H71 hava tey mangan havt gleði av, at Hilmar Leon Jakobsen valdi hondbóltin framum fótbóltin, og hevur verið við til at vinna bæði FM og steypasigrar fyri H71, umframt roysnið at vinna seg til HM-endaspælið fyri U21-landslið í Algeria fyri júst trimum árum síðani.
Í dag var Hilmar Leon Jakobsen aftaná fleiri góð avrik á næstbesta liðnum hjá HB á beinkinum hjá HB í dystinum í Betrideildini móti ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði.
Tá ein lítil hálvur tími var eftir av dystinum í Fuglafirði kom Hilmar Leon Jakobsen á vøllin fyri Mads Boe Mikkelsen, U21-landsliðsspælara.
Tríggjar minuttir seinni var Hilmar Leon hetjan tá hann hegnisliga spældi René Shaki Joensen leysan, ið ikki sveik álitið, men skoraði til sigursmálið til 2-1 til HB.
Hilmar Leon Jakobsen kann bara spæla ein dyst í Betrideildini uttan sáttmála. Hann hevur enn ikki tikið støðu til um hann fer at skriva sáttmála við HB, so hann kann spæla fleiri dystir í Betrideildini.
Hilmar Leon viðgongur í samrøðu við Trónd Arge - ið forrestin segði frá dystunum til U21 HM-endaspælið í Algeria - at rennitúrarnir í fótbólti eru longri og strævnari enn í hondbólti.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge, frásøgumaður segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum ÍF-HB 1-2 (1-1). Teitur Joensen - forrestin hondbóltsspælari - var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hilmar Leon Jakobsen aftaná dystin í Fuglafirði.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou og annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus.