Veðrið síðsta ár á Roskilde festivalinum var grátt og váttligt. Í ár verður støðan øðrvísi. Síðsta ár noyddust fleiri fólk noyddust at sova í gummibátum, og eingir gummistylvar vóru eftir í sølubúðunum kring allan Roskilde bý. Í ár er støðan heldur øvutt. Sólin bakar, og 5-dagar forsøgnin sigur, at soleiðis verður verandi. Av somu orsøk eru fleiri nýggj tiltøk sett í verk, sum hóska væl til sólina.
Tað verður sagt um hendan festivalin, at hann verður tann heitasti nakrantíð, men um tað passar fer tíðin at vísa. Tann heitasti Roskilde festivalurin higartil var í 1976, tá tað var upp ímóti 29 hitastigum.