Vín
Rógvi Nybo
Í einum køldum kjallara við Oyggjarvegin, har ljósið er dimt og stillið drepandi, flýtur tað við blóði. Fløskur í túsundatali, fyltar við reyðum løgi, liggja stáplaðar á hillum, ið røkka fleiri manshæddir upp undir høga loftið. Skipaðar eftir navni, árgangi og upprunalandi. Í hølunum omanfyri sita annars siviliseraðir føroyingar og koyra í seg av myrkareyðu dropunum, sum verða settir á borðið við júst røttum hita.
Kjallarin liggur undir einum kendum føroyskum bygningi, har amerikanskir forsetar og týskar rokkstjørnur hava búð. Blóðið, sum vit tosa um, er ikki mannablóð. Seinastu 2000 árini hevur tað verið kent sum »Jesu blóð«. Við vanligum orðum verður tað rópt vín, og á Hotel Føroyum byggja tey í hesum døgum ein veruligur vínkjallara upp.
Jóhan Gardar Joensen, tænari á Hotel Føroyum, greiðir okkum frá um vínkjallaran, um vín, sjampanju og alt, sum tú hevur brúk fyri at vita um, tá tú fæst við og handfarir hendan gudadrykkin.
Millum teir størstu í Norðurlondum
Tù verður ikki vónbrotin, tá tú trínur inn í vínkjallaran.
Tað er ikki bara eitt goymslurúm, har fløskur liggja stáplaðar á eini rúgvu av vínhyllum. Fyrsta tú kemur inn, fær tú eina varhuga av, at hetta er ein rættiligur vínkjallari.
Ljósið er dempað, luftin svallig, og báðumegin við standa himmalhøgar vínhillar, sum tilsamans kunnu rúma upp í 6000 vínfløskur. Á gólvinum standa tvær rættiligar Suðurafrikanskar víntunnur , sum kunnu nýtast til at seta eitthvørt á. Eisini er eitt serligt goymslustativ til sjampanjufløskur.
Luftin er eitt sindur slavin, og veggirnir svartir. Soleiðis skal tað vera. Vínið skal varðveitast í røttum ljósi, hita og við røttu vætuni í luftini.
Jóhan Gardar Joensen greiðir frá, at tað í løtuni liggja um 1500 fløskur í kjallaranum. Hesar umboða millum 120 og 130 ymisk sløg av víni. Men at tá kjallarin veruliga kemur upp at koyra, kann hann rúma upp í 6000 fløskur. Eisini er ætlanin at koma upp móti 800 ymisk sløg, tá verandi kapasitetur verður fult útnyttaður. Tá verður hann millum teir størstu í Norðurlondum, og er tað júst tað, Hotel Føroyar miðar eftir.
- Vit læra okkurt nýtt hvønn dag, og tað tekur tíð at byggja vitanina upp. Men seinnu árini tykist tað sum, at vanarnir og traditiónin hjá føroyingum er við at broytast, og vit vilja gjarna vera við í tí prosessini, sum er øgiliga spennandi, staðfestir Jóhan Gardar Joensen.
Skiftandi vínkort
Hóast vínkjallarin kann goyma upp í 6000 fløskur, eru vanliga bara 3 til 6 fløskur av hvørjum slagi, um enn eitt sindur meira av vanligaru sløgunum.
- Ætlanin er so líðandi at útbyggja vínkortið, og at skifta tað út tríggjar ella fýra ferðir um árið. Vit vilja hava eitt úrval, sum passar til gestirnar, og vit keypa ikki so stórt inn, at vit brenna inni við víninum. Tí tað skal vera ein góð sirkulatión í vínsløgunum, sum vit eiga, greiðir Jóhan Gardar Joensen frá.
Men at velja vín er ikki bara sum at siga tað. Tey flestu, sum vanliga keypa vín í rúsuni vita, hvussu tað er at standa og velja og vraka millum sløgini. Hvussu heldur ein so skil á 800 ymiskum sløgum?
Gott vín valdast
Kvaliteturin á víninum sæst oftast aftur í prísinum. Í vínviftuni hjá Hotel Føroyum er eitt breitt úrval av reyðvíni, alt frá vanliga, bíliga reyðvíninum, upp í tann dýra klassan. Tann dýrasta vínfløskan í goymsluni kostar heilar 8.995 krónur fløskuna, og er tann absolutti toppurin. Men hvat avgerð, um ein fløska av víni er góð, vánalig, dýr ella bílig?
- Tað er sum við konufólki. Summir dáma brunettir, aðrir dáma blondinur. Summir dáma súrar og aðrir dáma søtar. Við víni eru tað fýra faktorar: Klima, drúvan, framleiðarin og jørðin – tað vil siga fortreytirnar fyri at skapa eitt gott vín, sigur Jóhan Gardar Joensen.
Prísmunurin velds hinvegin ofta um, hvussu bóndin framleiðir vínið. Hvørjir siðir eru, hvussu gamlir teir eru og søgan aftanfyri vínið. Har eru sostatt nógvir smáir faktorar, sum avgera prísmunin. Men gott vín kann eisini vera bíligt. Harumframt er tað eisini sera persónligt, hvat gott vín er, tí tað er ymiskt, hvat okkum dámar.
Søguligt savn
Umframt at ein vínkjallari er ein praktisk vinnulig goymsla til vínfløskur, er tað gjarna eisini eitt søguligt savn. Og hóast vínkjallarin hjá Hotel Føroyum enn ikki er so gamal, er longu eitt sindur av søgu og nostalgi í honum.
Millum tær gott 1500 fløskurnar, sum liggja í kjallaranum í løtuni, liggur ein heilt serlig fløska. Talan er um eina reyðvínsfløsku úr kenda franska vínlandslutinum Bordeaux, sum er framleidd í 1935.
Fløskan er ikki til sølu, og verður goymd fyri ein privatan eigara. Í dag er hon ikki drekkandi, men hevur eitt søguligt virði og eina góða søgu, sum kann forteljast fyri teimum, sum vitja vínkjallaran.
Sjampanja er ikki bara sjampanja
Í vínkjallaranum er ikki bara reyðvín og hvítvín. Har finnur tú eisini sjampanjur. Og við tað meina vit ordiligar sjampanjur. Ordiligar sjampanjur koma sjálvandi eisini úr Fraklandi, og ikki so sjokerandi úr landslutinum Champagne.
Tað er nevniliga bara úr hesum eksklusiva landslutinum, at sjampanja fæst. Alt annað, ið vil kalla seg sjampanja, er brúsandi vín. Lóggáva í flestu londum forðar tó, at hesar sleppa at kalla seg sjampanja.
Óansæð. Aftur til vínkjallaran í Hotel Føroyum.
Millum sjampanjurnar í vínsortimentinum hjá Hotel Føroyum, eru eisini tær heilt góðu sjampanjurnar.
»Bollinger«, sum James Bond er synonym við, »Dom Perignon« og »Krug«, sum eru millum tey heilt góðu sløgini av sjampanju. Prísirnir kunnu, eins og slagið, eisini skjótt leypa upp í tann eksklusiva klassan.
Altíð okkurt nýtt
Um tú ert ein glaður amatørur ella ein kennari, so er og verður vínkjallarin hjá Hotel Føroyum sikkurt eina vitjan vert.
Deils fyri at fáa tær vitan, fáa eina uppliving, og møguliga eisini geva eitt sindur burturav tær sjálvum eisini.
Sum frálíður verður vínkjallarin eisini ein alsamt meira spennandi verkætlan. Og ert tú regluligur gestur, verður helst eisini okkurt nýtt at uppliva hvørja ferð tú vitjar. Tað er nevniliga meiningin við vínkjallaranum, at tað skal vera ein jøvn útskifting, og at tú ikki skalt uppliva júst tað sama tvær ferðir.
Niðurstøðan má vera, at her er potentiali fyri einari sannari perlu, ið mong, føroyingar og útlendingar, kunnu njóta gott av.
Vert at vita um vín
Soleiðis goymir tú vín
Lyklaorðið er stabilitetur. Fyrst og fremst skal vínið lyggja myrkt. Ljós fær tað til at eldast skjótari og so missir tað smakkin.
Tað næsta er hitin. Vínið skal liggja í jøvnum hita, reyðvín um tey 18 stigini. Sum tummilfingraregul skal reyðvín ongantíð borðreiðast kalt, og um fløskan hevur staðið í køliskápi, skal hon hava eitt samdøgur at standa hitna í aftur.
Tað triðja er vætan í luftini. Hevur tú møguleika fyri tí, skalt tú stýra vætuni í luftini, so hon liggur javnt um 60 prosent.
Vín skal helst liggja. Tá kemur tað í samband við proppin, sum harvið forðar fyri at luft setir inn ígjøgnum og sleppur framat víninum.
Hvíttvín verður vanliga ikki goymt í longri tíð, eins og sjampanja heldur ikki heldur sær so leingi sum reyðvínið.
Soleiðis skeinkir tú vín
Fyrsta meginreglan er, at reyðvíni skal iltast, áðrenn tað verður drukkið.
Vanligt er, at tú, eitt korter áðrenn vínið skal drekkast, oysir tað í eina karaflu ella kannu, og letur hvíla eina løtu.
Gløsini hava eisini sín serliga leiklut. Reyðvínsgløs eru ofta djúp og breið og hava eitt stórt areal. Rúm skal vera fyri at mala vínið runt í glasinum, so tað verður iltað. Ilt fær lív í vínið aftur. Vanliga skeinkir tú bara glasið 1/3 upp í glasið.
Hvítvínsgløsini eru smalri og hægri. Tey hava eisini eina minni flatu, so víni ikki skal hitna ov skjótt. Skal vera 12 stig, tá tað verður skonkt.
Brúsandi vín ella sjampanjur verða skonkt í longri og smalri gløs. Hetta er eisini fyri at tey skulu halda kuldanum og fyri at tey skulu brúsa meira. Sjampanja og brúsandi vín verður borðreitt við umleið 9 hitastigum.