Dómarin noyddist at starta dreingjabátarnar tvær ferðir leygardagin.
Stutt eftir at róðurin var settur í gongd fyrru ferð, róðu tveir bátar saman og tí valdi dómarin at skjóta róðurin av.
Men tað bilti nú ikki so nogv kortini. Veðrið var so vælsignað gott í Hvalvík leygardagin og heilt fitt av áskoðarum vóru til kappróður henda dagin.
Niðri á bryggjuni stóðu fólk og prátaðu, meðan tey bíðaðu eftir at róðrarnir skuldu setast í gongd.
Tá róðurin so endiliga kom í gongd, so vísti tað seg at verða Súlan, sum fekk tann besta startin. Hon leyp avstað, men tað helt ikki so leingi, hóast alt.
Tí tá bátarnir høvdu róð stuttan tein løgdu kvívíksdreingir í Junkaranum seg í oddin og har vóru teir verandi.
Tað vísti seg verða líkamikið hvat hinir bátarnir gjørdu, tí teir fingu ikki fatur á Junkaranum.
Á teimum báðum stevnunum, sum hava verið frammanundan, átti Drekin úr Havn, annaðplássið, meðan Blikur av Argjum hevur átt triðjaplássið.
Men hesaferð var øðrvísi. Blikur legði Drekan afturum seg og gjørdi harvið vánaligu úrslitini hjá Havnar Róðrafelag í ár, enn verri.
Men Blikur gjørdi einki við Junkarin, verri enn so. Seinasta vikuskiftið var munurin millum Junkaran og Drekan tvey sekund, men leygardagin var munurin næstan trý sekund.
Junkarin rør væl og tá nú hinir bátarnir innanhýsis eru farnir at taka stig frá hvør øðrum, so sær ikki øðrvísi út, enn at Junkarin fer at gerast føroyameistari í ár, hóast bert helvtin av róðrunum er rógvin enn.
Úrslitið á Skálafjarðarstevnuni gav ábendingar um, at dreingjamanningarnar hava býtt seg í tríggjar bólkar. Teir tríggir í oddinum, teir í miðjuni og teir aftastu. Og úrslitið av róðrinum á Sundalagsstevnuni váttaðu hesa ábending. Teir tríggir bátarnir í oddinum verða torførir hjá hinum at fáa aftur. Til tað er munurin ov stórur.
Í FM-kappingini er støðan nú tann, at Junkarin hevur fult stigatal, 21. Drekin og Blikur koma síðan við ávikavíst 14 og 13 stigum og Súlan hevur 8 stigum, so einasti spenningur er um annað plássið.
Úrslitið av róðrinum á Sundalagsstevnun var annars:
1.Junkarin5.29,17
2.Blikur5.32,05
3.Drekin5.34,16
4.Súlan
5. Báran
6.Erla Kongsdóttir
7.Tjaldrið
8.Svanur
9.Fípan Fagra
10.Ritan
11.Sílið
st