Í Fraklandi hevur veðurstovan Meteo France sent út hægsta hitaávaring fyri meira enn ein triðing av landinum, skrivar Reuters.
Í morgin verður væntað, at hitin fer upp í 39 til 40 stig í útsynnings Fraklandi, París og Bourgogne. Summastaðni kann hitin koma heilt upp á 41 stig.
Hitabylgjan fellur saman við tónleikafestivalinum Fête de la Musique, sum verður hildin kring alt Frakland.
Tí hava fronsku myndugleikarnir bannað alkoholdrykkjum á almennum støðum í morginí teimum 35 økjunum, har hægsta hitaávaring er galdandi. Millum annað er forboðið í París.
– Samansetingin av alkoholi, hita og tørvinum á vætu er ein vandamikil blanding, sigur varaborgarstjórin í París, Emmanuel Grégoire, sambært AFP.
Umleið 26 milliónir fraklendingar verða raktir av hitaávaringunum.
Eisini í Týsklandi eru ávaringar sendar út um sera heitt veður. Har nærkast hitin 38 stigum, og sambært týsku veðurstovuni DWD kann samansetingin av hita og høgar luftvætu elva til harðligt toruveður.
Í Grikkalandi kyknaði í dag stórur skógareldur á oynni Evia. Myndugleikarnir hava heitt á fólk í býunum Mesochoria og Raptei um at rýma.
88 sløkkiliðsfólk, átta sløkkiflogfør og seks tyrlur arbeiða við at basa eldinum, men nógvi vindurin ger sløkkiarbeiðið torført, og eldurin breiðir seg framvegis.
Í Spania verður eisini væntað upp í 39 hitastig í morgin.
Hitin hevur fingið spanska fótbóltssambandið at lata aftur fanzonuna á Plaza de Colón í Madrid, har fólk annars skuldu hyggja at HM-dystum á stórskíggja.
– Av trygdarávum og fyri at verja fólkaheilsuna hava vit avgjørt at avlýsa øll tiltøk í Colón Fan Zone, eisini sýningina av dystinum, sigur spanska fótbóltssambandið.
Spania spælir sunnudagin HM-dyst móti Saudiarabia.
/ritzau/











