Í dag varð hægsti hiti nakrantíð máldur í Eysturríki, tá hitin kom upp á 40,8 stig í útjaðaranum Stammersdorf í høvuðsstaðnum Wien.
Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013.
Hitametið kemur eftir ein mánað, har fleiri evropeisk lond eisini hava sett veðurmet.
Í Fraklandi var juli tann heitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003.
Eisini longur norðuri hava serlig veðurfyribrigdi gjørt um seg. Í Onglandi og Wales var juli tann turrasti, sum nakrantíð er skrásettur, og í sunnara parti av Onglandi var hetta tann turrasti mánaðurin yvirhøvur, síðani mátingar vórðu settar í verk í 1836.
Hitabylgjurnar hava havt álvarsligar avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin.
Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið at noyðast at steingja orsakað av ov lítlum kølivatni úr Donau. Men vatnstøðan hækkaði aftur, so ætlanin um at steðgar varð fyribils av ongum.
Eisini í Rumenia hevur lága vatnstøðan í Donau skapt trupulleikar við kølivatninum til kjarnorkuverkið har.











