Tað er høgætt og harvið eitt sindur kalt stevnuveður í Sundalagnum og í Hósvík. Men fótbóltshitin er í høgur og harvið stevnuhýrurin á veg uppeftir.
Eitt korter fyri leiklok hevur EB/Streymur økt um leiðsluna í steypafinaluni ímóti B36, so hon nú er 3-1.
Málskjútti var enn eina ferð Arnbjørn Hansen. Hann varð spældur beint á mitt fyri og nakað uttanfyri brotsteigin. Verjuspælið hjá B36 var einki serliga sannførandi, og Arnbjørn Hansen var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin framvið Meinhardi Joensen, sum kendi seg noyddan at fara fram úr málinum.