Hitt langa og stóra landið

Ein ferð til Noregs er umframt at verða ein náttúrurík uppliving, eisini ein ferð aftur til røturnar

Vøkur náttúra er at finna allastaðni í Noregi. Vøkur fjøll, langir firðir, grønir dalar, oyggjar og hólmar í túsindatali, sum allir bera uppá sína søgu. Einasta minusið í øllum vakurleikanum, sum er at finna í Noregi er, at norðmenn hava gjørt dekan ov nógv av, at planta trø. Hetta hevur í støðum, og tá serliga á Vesturlandinum gjørt, at trø hava næstan yvirtikið alt landslagið. Men trøini geva so lívd, tá ein er staddur úti á strondunum. Tað tekur sína tíð at koyra gjøgnum tað langa og stóra landið, men kortini er ein noyddur at steðga við jøvnum millumbilum fyri at kunna taka inn alt tað, sum eyga sær av vakurleika. Tí talan er veruliga um vakurleika út um tað vanliga.

Felags arvurin

Noreg fyllir nógv í føroysku søguni. Okkara fyrstu forfedrar komu av vesturlandi Noregs, og rúnasteinurin í Sandavágs kirkju boðar frá, at fólk komu úr Rogalandi til Føroya. Í Rogalands fylki er Stavanger høvuðsbýurin. Fyrr æt Rogalands Fylki “Stavanger Amt”. Umframt at verða høvuðsbýurin í Rogalandi, so er Stavanger eisini norski oljuhøvuðsstaðurin, og á mangan hátt ímyndin av tí norska vælstandinum. Á skúlabeinki læra føroyingar tey bæði málini, sum liggja nærmast við tey bæði norsku málini. Føroyskt er á mangan hátt meiri upprunaliga norskt, enn tað norðmenn nevna nýnorskt. Danskt er upprunin til norska bókmálið, og er tí als ikki langur vegur hjá føroyingum at samskifta við norðmenn. Tjóðarhátíð okkara Ólavsøkan hevur sín uppruna í Noregi, har hon gongur undir navninum “Olsok”. Á Stiklastøðum ber til at síggja menn við búnum og vápnum royna at endurgeva bardagan, sum var har á staðnum tann 29. juli í tí Harrans ári 1030. Føroyingar hava í nakrar øldir tikið til “Sinklars vísu”, sum er um skotska leiguhermannin, Sinclair, sum fór í land í Romsdali í Noregi. Rockkvæðabólkurin “Týr” hevur gjørt vísuna kend millum ungfólk. Vísan er eisini eitt dømi um felags arvin vit hava við Noreg. Enntá tá vit vunnu minniliga dystin á Eysturríki, var ein norðmaður dómari. Mentanarligu og málsligu bondini eru til staðar, og tað gevur eisini góð gróðrarlíkindi fyri einum góðum uppihaldi í Noregi.

Vakrir býir

Tað sum eisini er framúrskarandi við nógvum av teimum størru býunum í Noregi er, at hesir hava megnað at varðveitt teir gomlu og hugnaligu býarpartarnir, og samstundis megnað, at virka sum nýmótans býir. Stavanger, sum nú bert er ein stuttan flogtein úr Vágum er eitt hitt besta dømið í so máta. Gomlu hvítu húsini, og aðrar gamlar trækonstruksjónir eru varðveittar, men samstundis er staðið framúr væl fyri við matstovum av øllum handa slagi. Mentanarliga stendur býurin eisini sterkur, tá tað kemur til spennandi tiltøk, og so er býurin eisini ein ídnaðarligur metropolur. Og so er stutt til at fara til vakra náttúru, Lysefjorden, Preikestolen og mong onnur støð, har ein sum vitjandi gerst málleysur. Kostnaðarstøðið er tíverri ikki av tí lægsta, men tann sum hevur forsømt at fara til Noregs, ella tann sum ikki hevur verið har í longri tíð, eigur ikki at siga møguleikan frá sær. Umframt Stavanger, so hava Haugesund, Bergen, Ålesund og Tróndheim eisini megnað væl balansugongdina millum at varðveita tað gamla í býunum, og at taka við nýggju tíðini kortini.

Nógvir ferðamøguleikar

Er ein fyrst komin til Stavanger eru ferðamøguleikarnir nógvir. Tað ber í flestu førum til at flúgva innanlendis til rímuligar upphæddir. Jarnbreytir eru lagdar tvørtur um alt Noreg, og fer ein við toki, er eisini nógv at síggja. Úr Stavanger kann ein eisini fara við leigubili. Ein kann sikta eftir suðurlandinum, har ein kann vitja Lindesnæs, Mandal og Kristiansand. Ella velur ein at fara til eysturlandið og Oslo. Er tað Bergen, sum er á breddanum, so má ein tola, at tað eru nakrir túrar við bilferjum á vegnum, men tað hevur sína sjarmu. Ein kann eisini gera tað, sum túsindtals av ferðafólkum gera, tá tey koma til Noregs. Ein kann herja á tey mongu fjøllini, og bara gerast eitt við nátúruna, sum fær mangan ein mannin at halda, at Noreg er millum vakrastu lond í heiminum. Vit eru nú bert fimm korter frá øllum vakurleikanum í tí stóra og langa landinum.