Áskoðararnir til konsertirnar á Tórsfest hava í ár veruliga fingið høvi at sungið við. Eingin av tónleikarunum snýtti áskoðararnar fyri síni hitt.
Smokie hevði eina konsert, har teir sungu allar sínar kendu sangir. Teir spældu m.a. “Living Next Door To Alice”, “Mexican Girl” og “Oh Carol” við eldshowi ovast á pallinum. Bretarnir trivu enntá í Creedence Clearwater Revival lagið, “Have You Ever Seen The Rain”. Teir dugdu fyrimyndarliga væl at fáa lív í fjøldina, sum bæði dansaði og sang við.
Danny And The Veetos byrjaðu at spæla á lítla pallinum beint aftaná Smokie. Løg sum “Alright”, “Sunnukvøld Í Mai” og “Farvæl” vóru sjálvsagt á settlistanum, og aftur her sluppu øll at syngja við.
Donsku Carpark North hava verið í Føroyum fleiri ferðir eftir hondini, so teir vistu, hvat føroyingum dámdi. “Save Me From Myself”, “Shall We Be Grateful” og “Transparent And Glasslike” fekk alt Vaglið at kóka, serliga fremst.
Carpark North vóru ikki teir einastu danirnir á ársins Tórsfest. Eisini vóru Maria Montell, Jacob Dinesen og Burhan G á skránni. Hesi vóru tey fyrstu, sum spældu, og tey syrgdu fyri, at góður stemningur kom í áskoðararnar frá byrjan av.
Síðst á kvøldinum vóru Icona Pop og Burak Yeter, og tað var serliga til hesar konsertirnar, at fólk vóru á gosi. Sólin var farin niður, so ljósshowið á stóra pallinum slapp ordiliga til sín rætt. Tað eydnaðist heilt væl at fáa áskoðararnar við, hóast hvørgin teirra hava so nógv hitts til góðar. Kendasta lagið hjá Burak Yeter, “Tuesday”, hevur verið at hoyrt kring allan heimin seinasta árið. Tað sást aftur á fjøldini, tí øll hoppaðu og dansaðu, og har var eingin ivi um, at fólk elskaðu tað. Akkurát tað sama við løgunum “Girlfriend” og “I Love It” hjá svensku duoini, Icona Pop.
Signar í Homrum spældi á lítla pallinum allar sínar klassikarar. Aftaná Signar í Homrum hevði spælt “Tað Er Gott At Elska”, “Sorgblídni” og fleiri, var tað tíð til Vit Vilja Ongantíð Doyggja. Allar landaplágurnar hjá Dynamit vóru at hoyra her, og tað var líka við, at áskoðararnir sungu harðari enn Niklas Heri og Shaky.
So tað kann sigast, at Tórsfest hevur verið eitt áskoðaravinarligt tiltak. Eitt sindur av regni hevur verið, men tað hevði absolutt onga ávirkan á góða hýrin.
Myndir frá Tórsfest 2018 eru at síggja niðanfyri.