Hittast aftur um fimm ár

Týskvøldið hittust seks fólk, sum hava tað til felags, at tey tóku realprógv fyri 70 árum síðan. - Fólk í høgum aldri mugu ikki bara seta seg niður og einki gera, sigur Jenny Fosaa

AFTURHVARV:


Tað er vanligt, at fólk, sum einaferð gingu í skúla saman ella konfirmeraðust saman, hittast aftur aftaná 25, 30, 40 ella 50 ár.

Men færri munnu dømini vera um floksfelagar, sum hittast aftur 70 ár eftir, at tey tóku prógv.

Tað gjørdu týskvøldið seks fólk, sum í 1939 tóku realrpógv í Havn.

-    Vit vóru 27, sum tóku realprógv tað árið, men tað er sjálvsagt minkað buturav, sigur Jenny Fosaa.

Hon hevur verið við allar fýra ferðirnar, floksfelagar hennara hava hitst aftur.

Tey kundu verið fleiri hetta kvøldið, men tríggir aðrir floksfelagar kundu av ymiskum orsøkum ikki koma við.

Hesaferð var tað Solveig Hildebrandt, áður Soveig Lava Olsen, sum tók stigið at hittast aftur. Hon býr í Danmark, hevði ringt til Solveig Dam og boðaði frá, at hon kom til Føroya saman við Foreningin Norden. Týskvøldið hevði hon frí .

So hin Solveig at ringja runt, og avtalað varð at hittast á Hotel Hafnia til fiskaborð.

Nøkur av teimum seks gomlu floksfeløgunum kennast meira ella minni.

-    Eg møti so ofta Jákup Suna Jacobsen, og eg og Solveig Dam hava gingið í sama bindiklubba í yvir 50 ár, sigur Jenny Fosaa.

Floksfelagarnir hittust fyrstu ferð aftur 50 ár eftir, at tey tóku prógv, aðru ferð 60 ár eftir, síðan eftir 65 ár, og so nú.

-    Eg veit ikki, Poul Sørensen sigur, at vit skulu hittast aftur um fimm ár.


Góðir skúlaár

Jenny Fossá er ættað ur Hoyvík, og tað var ein stór broyting, tá ið hon fór oman til Havnar í realskúla.

Skúlin hevði fyrst eitt fyrireikingarár, síðan fýra ár í millumskúla og til seinast real.

-    Men vit í Hoyvík fóru ikki oman fyrr enn annað árið í millumskúlanum, tí vit skuldu gjalda fyri hitan i realskúlanum, og góða lærarinnan hja okkum í Hoyvir heldt tað var ov kostnaðarmikið og tí lærdi hon okkum meira. Hon fór sjálv at læra seg eingilskt bara fyri at kunna undirvísa okkum, sigur Jenny Fosaa.

Tann góða lærarinnan var Sanna Olsen, ættað úr Nólsoy.

Tey fóru 17 gentur og 12 dreingir, sum tóku realprógv í 1939. Gentur og dreingir gingu í hvør sínum flokki.

Jenny Fosaa minnist væl aftur á tíðina í realskúlanum í Havn. Tey høvdu góðar lærarar, men bestur av øllum var Hans A. Djurhuus, sum undirvísti teimum í føroyskum, søgu og landalæru.

-    Hann var flokslærari hjá okkum øll árini og fortaldi eisini nógv, sum ikki stoð i bókunum. Hann var so góður við okkum.


Gott kvøld

Kvøldið á Hotel Hafnia eydnaðist avbera væl, og maturin var góður. Tey sótu saman i næstan fýra tímar og prátaðu um alt tað gamla. Øll vóru rímiliga væl fyri, hóast árini nú eru mong, 86 og 87 ár.

Tað finst einki eintýðugt svar upp á spurningin, hvussu tað eydnast at koma so langt upp í árini og hava tað so gott.


Virkin kona

-    Eg havi altíð gingið  nógv, og tað geri eg framvegis, sjálvt um knøini ikki eru so góð longur. Tað ræður um at fara út millum fólk í staðin fyri at seta seg niður og einki gera. Børnini eru fimm, og eg eigi fleiri ommubørn, so eg hevði ikki havt stundir at farið í Tilhaldið. Hvønn dag á middegi havi eg døgurðan á borðinum, tí ein ommusonur etur altíð døgurða her. Eg bindi ofta upp á ommubørnini, og eg havi eisini broderað nógv. Eg dugi alt til hendurnar, sigur Jenny Fosaa.

Hon ger eisini nakað fyri at halda lív í heilakyknunum.

-    Eg loysi altíð krossorð, tí tað er so góður heilafimleikur. Eg havi roynt meg við sudoku, men eg vendi altíð aftur til krossorðini, tí tey dámar mær betur, sigur Jenny Fosaa, sum klárar seg væl heima sjálv.

Annars heldur hon tað ikki vera verri, at ein ommudóttir býr í kjallaranum, og onkur av børnunum ikki búgva so langt frá.

-    Eg kundi ikki hugsað mær at farið úr húsunum, ti tað er so deiligt at búgva her mitt í býnum og síggja nógv fólk, sigur Jenny Fosaa.