Tað er nakað síðani, teir tríggir stóðu saman á palli, men nú trína teir aftur á pall saman. Talan er um tríggjar av Føroya fremstu tónleikarum, Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen og Kim Hansen.
Hetta vikuskiftið hava fólk møguleika at bæði syngja og dansa til kendar tónar sum Meistarin, Eros, 80ini, Dansa, Maria, Eg flýggi til tónleikin og aðrar, tá Eyðun, Terji og Kim leygarkvøldið fara at hava framførslu í Havn .
Hvør sær og saman hava teir fingist nógv við tónleik og hava skrivað og sungið sangir, ið veruliga eru blivnir fólkaogn. Eyðun hevur gjørt eina røð av hittum saman við bólkinum Frændur, og sum oddamaður í Føstufressum eigur Terji fleiri sangir, sum hava verið at hoyrt seinastu 20 árini og framvegis eru at hoyra. Kim hevur nógv ár á baki sum tónleikari, og er maðurin handan kendar sangir sum Meistarin og Maria.
Øll hittini frá trimum av Føroya bestu tónleikarum vera at hoyra í dansistaðnum Rex leygarkvøldið 13. oktober.