Hjálandahugsan

Fyrr í hesi øld var ikki óvanligt, uttanfyri ein hugmyndarligan vinstravong og møguliga radikala hugsjónarrákið, at umtala hjálond sum um tað var natúrligt um ikki beinleiðis gott at hava slík. Í vanligum tosi millum manna gekk hetta aftur, og ger tað enn, í orðum sum kolonialkrambúð, kolonialvørur og koloniurtagarðahús.

Mannbjørn Jacobsen



Fyrr í hesi øld var ikki óvanligt, uttanfyri ein hugmyndarligan vinstravong og møguliga radikala hugsjónarrákið, at umtala hjálond sum um tað var natúrligt um ikki beinleiðis gott at hava slík. Í vanligum tosi millum manna gekk hetta aftur, og ger tað enn, í orðum sum kolonialkrambúð, kolonialvørur og koloniurtagarðahús. Ein heil rørsla skyld við arbeiðsmannaídráttarfeløgini tá, og reinsemisrørsluna tá, undir-skundað av lærda og skalda heiminum, gjørdi hetta hugsandi. Fólk droymdu seg í hjálandalíknandi umstøður í Europa sum í fjarskotnum londum við heilt øðrum natúruumhvørvi og veðurlagi, tó neyvan politisku viðurskiftini, teimum vanliga fylgdi við. Hetta var mett sosialt framligt og lívsnørandi rætt. Grønmeti frá hesum londum varð dyrkað í lítlum grønmetisgørðum, so tey so at siga kendu seg at vera í teimum londum, tá tey í frítíðini vóru har. Harfrá stavar eisini íðkanin av baðistrondum, har, um ikki beinanvegin, orsaka av siðamótstøðu, so seinni, tað var hildið at vera gott at gerast alt meira brúnt brendur um kroppin. Ein berandi hugsan her tyktist vera, at europear ikki reiðiliga vóru lívfrískir, eins og fólk í natúrligari umhvørvi í hinum heimspørtunum. Livihátturin annars, matur, klædnasiðir, varð hildin at bæði gera hetta og vera prógv um hetta. Herfrá stava nógvu av frælsisrørslunum í Europa, seinni spjeiddar aðrastaðir í heiminum, sum stutt innibera í fyrst at lata seg minni og minni í, seinni at eta minni og verri, onki kjøt. Henda roynd at lata menniskja úr og geva tí minni í holdið er ein herætlan um at lata fólk í Europa, mest í protestantiskum londum, úr einari mentan (sivisasjón), sum í sjónligum framburði líktist mannahatri íklætt kropsdyrkan. Henda rørsla tvíbýtir seg seinni í eina leið innanfyri sosialdemokratisku rørsluna og seinni eina í nasismuna, har fólk í fyrru arbeiða fyri at upplýsa fólk úr arbeiðsmannauppruna burturúr miðaldarleivdum, ríðufútatíðini og staðarbandtíðini, um rættindi, reinføri, ein frælsan hátt at vera uppá, so tey kundu gerast kjarna í einum stórum sosialistiskum flokki, sum í fjøld var førur fyri at kollrenna samfelagið og seta egnu hugsanir í hásætið, í seinnu førdu klædnahatur yvir í herbúnaílating av stórum parti av fólkinum, einvegisbending ístaðin fyri frælsgering og hat móti leivdum av gamla samfelagnum í Europa í 16-17. øld, sum nú bara í búnað og øðrum ytri eyðkennum var at finna hjá jødum. Øll tví og andstøða í fólkinum, sum franska kollveltingin trýstu inná og enska heimshandilsmentanin kravdi, var so flutt uttan fyri egið fólk og millum tað og eitt annað, um enn aldargamalt á staðnum, so kent sum fremmant.


Risaríkishugsan

Í heimspekisligum samanhøpi er henda tvígonga á tann hátt, at sosialdemokratiska arbeiðsmannarørslan góðtók tann partin av heimspekislæruni, frammi tá var, tí hjá franska heimspekinginum Roseau og týska Fríðrikk Nietsche, sum við hevði at gera eina ávísa tjóðskapardyrkan av her uppkomandi arbeiðsmannafjøldini sum natúrlig í týdninginum hjá Roseau og við einari ávísari góðtøku av europeisku hjálandauppbyggingini tá, í týdninginum hjá Rudyard Kipling ?byrðan hjá hvíta manninum?. Ein hjálp til fátæk fremmand fólk í øðrum heimslutum til at mennast á sama hátt sum europear undir einum ávísum hvítum stýri í avmarkaða tíð, sum hugsandi fór at vara longi, ?1000 ár?. Hjá nasistunum var farið frá uppbýti av egnað fólki í natúrlig fólk og ónátúrlig fólk , fólk við og uttan livandi evni ?vitalisma?, sum ístaðin var sett á fíggindaliga høttandi kendar fremmandar vøldir, ensku og fronsku heimsveldini og í egnað landi jødarnir, so týskarir allir vóru natúrligir og aðri fólk frávik.

Heimspekisliga er høvuðsspámaður teirra neyvan Roseau yvirhøvur, sum annars kom við hugtakinum ?aftur til natúruna?(hann hugsaði um fólk úti á landinum), men F. Nietsche við boðskapi sínum um yvirmenniskja, ávirkaður av íranskari indoeuropeiskari trúgv ?Zarathustra?, óheft av siðlæru og siðreglum, morali, sum mett var at vera ein leyvd frá lóglæruni hjá jødum. Hon er helst í tráð við læru Platons um heimspekisvald, men verður í nasistiskari dagføring gjørt um til harrafólkið, sum er teirra egnað fólk uttan uppbýting og umbróting. Í heimspolitiskum høpi merkir hetta uppgeving av hjálandatøku, ístaðin eina risaveldisætlan í mið, norður og eystur Europa, ?1000 ára ríkið?, kostað av sjálvræðisrættindunum hjá slavisku fólkunum í eystur Europa, sum vóru kend at vera minni verd ?untermenschen?.

Tað løgna hendi her, at sosialdemokratíið ongantíð sum so avvísti hjálandahugsanina orsaka av, at tað helt fast við eina tvístøðu í egnað fólki (ein uppruna marksistisk hugsan), meðan nasisman (tjóðskaparsosialisman) vísti frá sær hetta uppbýtið og tók stig til at upploysa tað, ikki sá nakað brúkiligt í hertøku av fjarskotnum londum við litaðum fólki, flyting av fólki hartil, við møguligari íblanding, men tjóðskaparlig einstátta samfeløg í Europa, møguliga við hertøku til meiri pláss í Eystureuropa ?lebensraum?.

Tá hetta rák og hesar rørslur ongantíð komu í katólska og heimin í størri týdningi, undantikið at nógvu av nasistisku leiðarunum vóru katolikkar og høvdu yvirvøldsdyrkan og ódemokratisku hugsan sína harfrá, so er tað av uppbýtinum í Europa trúarliga aftaná Luther og tríatiárakríggið, sum styrkti nógv eitt prestavald og leikprestavald í norður Europa, tí Luther umframt at loyva prestum og nunnum at giftast, loyvdi luttøku í vinnu og handilslívinum, fyrr mett sum synd, hjá Kalvin var vinningur lovprísaður og beinleiðis tvinnaður saman við kristni gagnligum lívi, so fjalt aftanfyri opin samfeløg, komu samfeløg, har høvuðsavgerðirnar ikki vóru opnar og greiðar, men eginavgerðir. So ein enn varandi spjaðing kom í millum eitt Suðureuropa við klárum sivilisatiónsleivdum frá rómverjaríkinum, við lítið mentum lærdum lívi, og einum norður Europa við nógv mentum lærdum lívi framt av burturudding av fólkaligum siðum og ímyndingum, sum savnaði fólki úteftir í einfalda gleði, so fólkið ístaðin bendi inneftir í einfaldis samansjóðing, so samfelagið í roynd og veru er eitt andarliga og heimspekisliga.

Eitt sterkt rák í hesi roynd er móthugsan ?antiintektualisma?. Hatur móti hugsanarstýring, rationalismu, skil og reglustýring av lívinum ístaðin fyri tíðarkendum tilvildarligum hugskotsíblástri hjá tí einstaka. Hetta seinna er upprunaliga ætlað nøkrum úrvaldum, harrafólkinum hjá Nietsche, heimspekisliga eldraráðnum hjá Platon, sum var metfrøðislærdur.

Læra Nietche var alheimskend har indoeuropeiski íblásturin frá Zarathustra, er eisini lívkendi íblásturin í kristindóminum, styrktur í protestantismuni, er tilvildarligur og kann vera galdandi fyri øll fólk, ikki serliga germansku rásina av indoeuropeisku fólkaættini.

Orsøkin til nasistisku ábendingina móti egnað fólki, tí týska, er málgranskingin, bendingin burtur frá fronsku upplýsingini í rasjonalistisku bendingini, móti gotisku miðøldini, tjóðarromantikkinum?, skaldsliga við Wagner (var frá Romenia), sum var úrslit av sjálvberjandi, inneftirbendandi sjálvgranskingini aftaná lagnukvidnu tapini við Jena og Auerstadt í 1806 til _apoleon, tá allur proysiski hernaðurin so at siga lá eftir á og fraklendingar settu skránna einsamallir. Ein skúli og hernaður var bygdur upp frá neðra á uppruna kommunistiskt demokratiskan hátt, við hugsjónarligum proysiskum aðalsmonnum á odda td. ?Gneisenau? og ?Sharnhorst?, sum lærdi í nøgdini og høgdi av í erva, tí tað var kent alheimsbent, við ávísum minnum um og helst fyrimynd fyri fyrstu uppbyggingini í Sovjetsamveldinum og í Kina undir Mao.

Henda erkvisna heimstaðar ?blut und boden? dyrkan bendið ikki nógv á hertøka av fremmandum londum, men tey vóru kend høttandi og skuldu haldast burtur, møguliga við hermegi. Sambart hesi læru var Týskland saman við flestu øðrum europeisku londum hertikið í frumtíð av einum fólki ?ariarum?, ásum í norðanlondum, frá Ruslandi ella Iran, møguliga Tibet. Niðurfeldar í skrift vóru leyvdir úr søgn og søgu frá týskari miðøld, var byrjað við brøðurunum Grim í Týsklandi, nógv endurgivið av H.C. Andersen í Danmark, og savnað inn gloymd orð, sum hjá W.U.Hammersheim í Føroyum. Ein trúartjóðskaparlig rørsla spratt úr hesum, Grundtvíkianisman, við danska sálmaskaldinum Grundtvík, sum nasistarnir sýndu ein ávísan áhuga í, men Grundtvík var demokratiskur.

Orsøkin til at eitt rák, sum bendi innyvir, seinni førdi til kríggj, var at týsk hugsan serliga aftaná Fyrra heimsbardaga, tikin up av nasistunum, metti Týskland ikki at kunna klára seg búskaparliga uttan hjálond, uttan hald á búskapunum í Eystureuropa. Eitt ávíst slíkt var frammanundan við eysturíkska keisararíkinum og týskum fólkabólkum kring um í Eystureuropa og týskum viðskiftamáli har heilt til Annan heimsbardaga.

Annar heimsbardaga feldi hesa hugsan í einari samansjóðing av størru hjálandaveldunum í Europa, USA og Sovjetsamveldinum. Aftaná var ikki vanligt longur at tosa um hjálond sum eina natúrliga sannroynd, men sum nakað farandi, í hvussu so er í gamla líki sínum, so tað ístaðin gekk aftur í alheims samfelagsskipanum, har londini onkunsvegna vóru kend javnbjóðissett. Bestu dømi her eru ovurstóra enska heimsveldið, sum var gjørt um til eitt statssamfelag, har bretski, enski arvurin, sum ikki var uttanumkomandi, td, málið og arbeiðshættir, tøkni, var kendur at verða søguligur og gagnligur. Í flestu av hesum londum er hjálandamálið nú annað høvuðsmálið, ella eitt av teimum, tí fleiri oftast eru, so tað verður lært væl og virðiliga og verður vanliga brúkt í viðskifti við útheimin. Sostætt er stórur partur av Afrika enskt tosandi í nógvum viðurskiftum bæði innlendis og úteftir, franskt samsvarandi í fyrrverandi fronsku hjálondunum. Eitt sum mennir í hesum londum er luttøka upprunaliga í hernaðinum hjá hjálandaveldinum, seinni ofta í frælsisherum vend móti hjálandaveldinum. Her verður europeisk mentan og mál og kríggstøkni lært alt í einum og eru fólk herfrá í flestu førum á odda í hesum londum í dag. Í minni mun innanfyri eina europeiska kirkju á staðnum eru leiðarir komnir fram.


Mutur

Í seinastu atløgu fullu hjálondini uppá somu lærur sum einaferð hava gjørt tey natúrlig hjá fólkum í Europa. Í hjálondunu lærdu prestar, trúðboðarir og lærarir somu lærur, sum vóru frammi í Europa umframt kristni. Úrslitini av fronsku kollveltingini og amerikanska uppreistrinum eru niðurfeld í stovnar í Europa og europeisku londunum í øðrum heimspørtum. Hesi fluttust beinleiðis inn á hjálandið í umsiting og rættarviðurskifti, so europeiska fólkaískoytið á staðnum kendist sum óneyðugt snúltilið. Úrslitið av Øðrum heimsbardaga í sjálvum sær og hjáveran av londum við heilt aðrari samfelagsskipan, sum tyktist vend móti hjálandahugsan, gjørdi varðveitlu av hjálondum fyrst til hertøku, so skjótt ómøguliga. Nýggjasta bendingin í tosinum um hjálond, sum avvísti einvegis ávirkanini sum gagnliga, gekk heilt ímóti vanligari hjálandahugsan. Nú varð tosað um at læra av ómentum fólki búskaparliga. Sjálvt búskaparligur vøkstur og vælferð var settur ivi um, so tað týddi minni enn tjóðskaparliga óheft og sjálvvirðislig viðurskifti. Luttøka í Øðrum heimsbardaga hjá littum í USA og úr Afrika í enska hernaðinum og franska styrkti sjalvsálitið hjá hesum fólkum nógv. Hetta saman stovnanini av Sameindu tjóða gjørdi skjótt alt hjálandavald til ein spurning um tíð áðrenn tað var søga. Ymsu alheimskipaninar tá var roynd at koma uttanum ella seinka hesum nógv við ymsum búskaparligum vinningum enn. Eitt lið av fólki sat enn við føturnar á gomlu hjálandaharrunum í nú skjótt í á papírinum frælsum londum.

Í dag er alheimshugsanin um bond millum lond sjálvtilnevt umboðað av sosialdemokratisku rørsluni. Hon var stigtakari til europeisku samveldisætlanini. Leivdirnar frá hjálandatíðini eru tiknar við í hesum í einum hugsaðum hjálpibúskapi. At hetta kennist rætt er helst dapru hendingarnar av at vísa seg ovurtjóðskaparhugi at takka, sum verður hildið at vera uttanumkomandi um lond og fólk í býr gloymdu tjóðsparkensluni. Í Føroyum er hetta umboðað fyrst og fremst av Javnaðarflokkinum, lutvís Sambandsflokkinum, sum fyri fyrra viðkomandi fáa føroyingar frá at hugsa tjóðskaparliga, undir høttan um ákæru fyri nasismu, afturfyri yvirflutning av peningi frá hjálandaveldi okkara í stórum, um triðing av almennu útreiðslunum, hjá Sambandsflokkinum ein áðrenn demokratisk støða frá miðøldini, tá tjóðir ikki vóru til og bara kongsyvirvøld.

Í dag eru vanlig hjálond óhugsandi, á sama hátt sum trælahald aftaná amerikanska innanhýsisstríðið, tí verður tosað um nýhjálanda og risaríkishug (imperialismu), tá ein slík støða er sum í hjálandatíðini, tá europear í veruleikanum ráða minni mentum londum búskaparliga, so tey eru líka ófræls í veruleikanum sum í hjálandatíðini. Aftaná frælsingina av sunnara Afrika í 1970 árunum eru slík lond ikki til longur uttan har ikki er at vænta í Europa og Norðasta Amerika. Danskt hald enn í Føroyum er ein blandingur av øllum nevndu hjálandaskapum, har luturin, uppkeyping av stórum parti av fólkinum við reiðum peningi er óvanliga stórur. Eitt høvuðssannførandi próvgrund fyri varðveitslu av hesum, at hesin peningur kann ikki verast fyri uttan, er mutur, bannaður við lóg í øðrum londum. Veruliga er tað einasta tilknýtið, sum ikki verður tolt í sjálvt triðja heiminum og sum ferð eftir ferð førur til uppreistur og smáar kollveltingar.

Í Føroyum er einasta veruliga próggrund nú til valið um fullveldi fyri varðveislu av litið virðiligum viðurskiftum, hjálandastøða íklædd innliming í hjálandaveldið, sum ikki eydnaðist aðrastaðir, at mutur ikki kann verðast fyri uttan. Í triðja heiminum er hetta ein orsøk og lívsvandamikið fyri stjórnarleiðarin, ofta einaveldisharri, til vanligu politisku frælsiskollveltingarnar hesi ár.

?