Teir norsku hjálparfelagsskapirnir, sum hava fólk í Irak, hava boðað frá, at teir fara ikki at taka síni starvsfólk úr landinum, hóast vandi er fyri kríggi. Somu felagsskapirnir hava fólk í fleiri av grannalondunum hjá Irak, og tey fáa heldur ikki boð um at fara haðani.
Talsfólk hjá felagsskapunum siga, at tey fylgja gjølla við tí, sum hendir í Irak og í økinum yvirhøvur. Tey halda seg til tær upplýsingar, sum tey fáa frá ST, og sambært hesum er eingin vandi á ferð í løtuni, siga talsfólkini.
Sunnudagin fór ST undir at flyta síni starvsfólk úr Irak og Kuwait orsakað av vandanum fyri kríggi við Irak.