Hjólvelting, ella «la vélorution» á fronskum, er heitið á altjóða rørslu, sum vil eggja fólki til at súkkla meira í gerandisdegnum og nýta ymsar ódálkandi ferðahættir.
Fríggjadagin 7. september verður súkklað av Glasi, nú ársins tema á Glasi er "Menniskjað og náttúran". Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á bleytu ferðsluna og vísa á, at súkklan er eitt gott flutningstól, sum nógv fleiri kundu brúkt í gerandisdegnum. Tað er umhvørvisvinarligt, sunt og stuttligt at súkkla saman, og so snýr tað seg eisini um at hjálpast at við at gera súkklur í stand.
- Ætlanin er, at hetta skal vera ein hugnaligur og døllutur súkklutúrur ígjøgnum Havnina. Vit fara at yvirtaka vegin við at fylla hann við súkklum, skriva fyriskipararnir á Facebook tiltakinum.
Byrjað verður kl. 15:25 við at hita upp við Fólkaheilsuráðnum og Mariann Hansen, og stutt aftaná verður súkklað hógliga út eftir vegunum og oman ímóti býnum. Endastøðin er Posthúskjallarin, har suppa verður at fáa.
Áðrenn Hjólveltingina bjóðar Ferðast Grønt øllum til ókeypis súkkluverkstað á Glasi frá kl. 12:00-15:25.