Hjørdis og Skuggin

Valdur út millum 100 onnur listafólk, varð føroyingurin Hans Pauli Olsen, myndahøggari, kosin til uppgávuna at gera ein skulptur til nýggju verkfrøðingahúsini á Kalvebod Brygge í danska høvuðsstaðnum. Úrslitið er ein stórur bronsuskulpturur, ið hevur fingið heitið Hjørdis og Skyggen.

Fyrst í hesum mánaðinum vórðu nýggju verkfrøðingahúsini á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn vígd. Eitt av hæddarpunktunum á hátíðarhaldinum var avdúkingin av skulpturinum við inngongina til húsini. Og tað er eingin mætari enn føroyingurin Hans Pauli Olsen, myndahøggari, sum hevur gjørt hann. Skulptururin eitur "Hjørdis og Skyggen", hann er gjørdur í bronsu og sambært Jacob Saxild, ið er formaður í Den Saxildske Familiefond og fyrrverandi formaður í Dansk Ingeniørforening, var Hans Pauli Olsen valdur út millum 100 listafólk.

Hans Pauli Olsen er ógvuliga væl umtóktur og kendur listamaður í Danmark. Hann hevur gjørt bronsumyndir av donsku prinsunum, Fríðrikki og Joakim, og kendasti skulpturin hann hevur gjørt í Føroyum er av Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni.

Hans Pauli hevur havt stóran týdning fyri danska skulpturlist. Tá ið hann kom fram við sínum skulpturum, broytti hann skulpturin, sum eyðkennir Danmark, aftur til tað klassiska. Hann tók ein klassiskan tráð upp, sum danir høvdu slept og hevur verið slóðbrótandi í so máta í Danmark.

Ikki færri enn 1000 gestir vóru á hátíðarhaldinum, tá ið nýggju verkfrøðingahúsini og skulptururin hjá Hans Paula vórðu vígd. Heiðursgestur var Jan Trøjborg, granskingarráðharri, sum er útbúgvin verkfrøðingur, og veitslurøða hansara tók sjálvandi støði í serliga áhuga hansara at økja um áhugan hjá ungfólki fyri náttúrulærugreinum - og harvið um limatalið hjá Verkfrøðingafelagnum.