Hjalgrím bjargaði norðoyastevnuna fyri KÍ

(Frá Rás2) Sigursmálskjúttin hjá KÍ viðgongur, at 10-mannafarssigurin hjá Klaksvíkinginum ígjár legði eitt ávíst trýst á KÍ

Norðoyarstevnan er væl og virðiliga bjargað fyri klaksvíkingar. Ígjár vann Klaksvíkingur 10-mannafarsróðurin, og í dag vann KÌ 1-0 á 07 Vestur við einum máli, sum Hjalgrím Elttør skoraði

 

Hjalgrím Elttør viðgongur eisini, at tað legði eitt ávíst trýst á teir at avrika, at býarmennirnir høvdu vunnið 10-mannafarsróðurin á heimasjógvi ígjár. Um málið greiðir Hjalgrím frá, at tað kundi líka so væl verið Jóannes Bjartalíð, sum skoraði tað. Tað var ein spurningur um hvør var fyrst á bóltinum.

 

Hjalgrím Elttør staðfestir, at tað mátti arbeiðast fyri sigrinum ímóti 07 Vestur í dag. Hálvfinalan ímóti NSÍ við Løkin í Runavík fyri bara trimum døgum síðani sat rættiliga tungt í beinunum, viðgekk KÍ-veteranurin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hjalgrím Elttør aftaná 1-0 sigurin á 07 Vestur á norðoyastevnu í Klaksvík í dag.