Tað er nú greitt hvørjir teir ellivu eru, sum skulu byrja inni í kvøld móti Eysturríki. Tað verður bara ein broyting frá dystunum móti Svøríki og Írlandi á Tórsvølli í fjør. Daniel Udsen er skaddur og Hjalgrím Elttør byrjar inni á høgra vongi.
Liðskiparin hjá KÍ spældi ein týðandi leiklut undir Brian Kerr, men hevur ikki fingið sama álitið frá Lars Olsen. Nú hevur føroyski landsliðsvenjarin tó valt at vísa júst Hjalgrími álit til dystin í kvøld móti Eysturríki.
Daniel Udsen, sum byrjaði á høgra vongi móti bæði Svøríki og Írlandi, er skaddur. Hann mátti gevast til venjing mikudagin og megnaði ikki at venja í gjár. Hjalgrím Elttør hevur spælt yvir fjórðingshundrað landsdystir og fleiri av teimum á júst høgra vongi.
Føroyska liðið í kvøld sær soleiðis út(4-5-1):
Gunnar Nielsen (Málverji)
Jónas T. Næs - Rógvi Baldvinsson - Odmar Færø - Pól Jóhannus Justinussen
Hjalgrím Elttør - Hallur Hansson Fróði Benjaminsen - Símun Samuelsen
Christian Lamhauge Holst
Jóan Símun Edmundsson
Landsdysturin móti Eysturríki byrjar klokan 19.30 í kvøld.